Fimleikur
Sámal T. F. Johansen og Óluva Zachariassen skipaðu fyri fimleikaskúlanum, sum var fyri børn frá 1. til 5. flokk. Tey eru við í reiðskapsnevndini hjá fimleikasambandinum. Venjararnir hendan dagin vóru nakrir av teimum bestu fimleikarunum í reiðskapsfimleiki í landinum, millum annað Høgni Øster og Rúni Lamhauge.
Fimleikasambandið vil fegin gera vart við fimleikin, og hetta er ein liður í at hækka støðið á fimleikinum á landinum.
- Vit vilja fegin vera meira kappingarfør, tá ið vit fara til altjóða kappingar. Sum nú er, eru okkara grannalond nøkur støði yvir okkum. Vit mugu byrja longu við børnunum, sigur Óluva Zachariassen.
50 gentir og 20 dreingir luttøku á fimleikaskúlanum.
- Vit vilja fegin hava fleiri dreingir til at gera fimleik, men tað er ikki so lætt. Í dag er so stór kapping millum ítróttargreinarnar, at børnini mugu velja longu sum ung, sigur Sámal T. F. Johansen.