Í apríl í ár vóru 24.225 løntakarar, og tað eru 769 færri enn í apríl í 2009. Afturgongdin er í høvuðsheitum í byggivinnuni og privatu tænastuvinnuni. Nær um 350 færri fólk starvast í byggivinnuni. Í privatu tænastuvinnuni eru gott og væl 430 færri løntakarar.
Nær um ein triðingur av arbeiðsfjøldini starvast í privatu tænastuvinnunum, og flest av teimum innan handil og umvæling. Flest fólk vóru í vinnugreinini í apríl 2008. Tá vóru 3.271 løntakarar. Síðan hevur verið ein støðug minking. Seinasta árið eru tey vorðin 270 færri, ein minking upp á meira enn 8 prosent.
Tað upplýsir Hagstovan í morgun.