80% av føroyskum kvinnum lesa Kvinna

Heili 80% av kvinnunum í Føroyum lesa blaðið Kvinna. Tað vísur ein kanning, ið kom út í juli 2014. Tað er føroyska fyritøkan Lóður ið hevur gjørt kanningina.

 

Vit eru sera glaðar fyri at tað er ein so stórur partur av kvinnunum í Føroyum, ið lesa Kvinna, og vit ætla okkum bara at blíva betri og betri, koma við nýggjum tingum og at fylgja við tíðini. Tað sigur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu.

 

Siri Sørensen tók við sum blaðstjóri á Kvinnu í desembur 2012, og saman við henni eru tað fimm aðrar kvinnur, ið mynda blaðið.

 

Siri heldur, at orsøkin til at Kvinna hevur klárað seg so væl er tí at, hóast tað eru nógv kvinnubløð, so eru tað eingi, ið vísa tær føroysku kvinnurnar, tann føroyska mótan og viðgera evni í tí føroyska samfelagnum á sama hátt sum Kvinna.

 

- Vit síggja sera ljóst upp á framtíðina, og hesi seinastu árini hava víst okkum at kvinnur ynskja hetta blaðið, sigur Siri.