Á bláman við Anniku Hoydal

Stóra havið uttan fyri Norðurlandahúsið, ið onkrir sterkir mans høvdu koppað á bøin, var nóg illa komið upp á pláss aftur, áðrenn Annika Hoydal bar eitt annað hav inn í konserthøllina leygarkvøldið 30. august í sambandi við nýútkomna verk hennara, »Havið«. Ein útgáva í tí lutfalsligu stóru føroysku flóðalduni av fløgum, ið floymir inn á marknaðin í hesum eftir øllum at døma listaliga virknu tíðum.

Hesar fløgur eru allar tíbetur ymiskar, men tað munnu vera fáar føroyskar tónleikaútgávur, ið hava megnað at hildið seg til eitt og sama tema úr enda í annan. Um hetta er nøkur dygd, ið tráast skal eftir, kann ein altíð kjakast um. Men er hetta málið, ein av fyrstu tíð hevur sett sær, er tað ikki mini eitt bragd, tá tað eydnast.

»Havið eg bar við mær, inn um hugans gátt«, kundu vit kanska umyrkt gamla sangin hjá Karsteni Hoydal, um hesa 53 minuttir longu ferðina undir kavi við Anniku. Sjálv hevur hon komponerað øll løgini, bróðirin, Gunnar Hoydal, hevur hegnisliga yrkt allar sangirnar, meðan skotski fólkatónleikabólkurin, »The Mc Calmans« við Ian McCalman á odda, spælir øll tey akustisku ljóðførini í hesum tølandi teldutíðum. Og við hesum spælihátti, ið tó ikki á nakran hátt kann sigast at ríða á tí næstan slætnaðu un-plugged-alduni, er tað djarva og ikki minst upprunakenda huglagið longu undirstrikað.

At hetta er ein spennandi ferð, vit her eru bjóðað við á, merkja vit beinanvegin. Ikki tí, at øll løgini eru so bráðfangandi, og kanska skulu tey mýkjast í oyrunum hjá teimum flestu nakrar ferðir, áðrenn tey eins og fliðan súgva seg føst í sinnið. Men serliga spennandi er tað, hvussu sjálvt vit oyggjabúgvar, ið síggja sjógv hvønn dag, varnast, at hetta gerandisfyribrigdið, havið, kanska bara er vorðin okkum ein sølt sjálvfylgja, hvørs dýpi, vit kanska eru vaksin frá at grunda um. Tí ikki kann sigast annað, enn at vit við at læna skaldsliga seiðakikaran hjá Gunnari síggja tann partin av ísfjallinum, ið ongantíð er opinberaður okkum fyrr.


Smáverur

við sjálvsáliti

Tær fyrstu verurnar í Havinum, vit sleppa at heilsa upp á, eru Hvalspýggjan og Taraloppan, hvørs upplivingar og ofta truplu livikor verða lýst í melodiøsum og stundum stuttligum løgum. Ein styrki í hesari fløgu er nevniliga samspælið millum orð, løg og framførslu, har tey serligu ljóðførini hjá skotska bólkinum rigga sera væl. Her er nevniliga talan um listagreinir, ið ferðast hond í hond, og sum eisini er so alneyðugt, um fólkatónleikur skal hava ta kraft og dygd, skal long livitíð vera honum lagað. Undirspælið hjá Ian Mc Calman og hinum er í flestu støðum gott - fær ongantíð yvirvág, er altíð stuðlandi og letur røddina, tað avgerandi ljóðførið á hesi fløgu, bera sangin. Tað er nevniliga hon, ið fortelur okkum um hesi havdjórini, ið skaldið so væl hevur eygfarið. Her er talan um smáverur við sjálvsáliti, ið hava góðtikið og lært at livað í tí umhvørvi og avmarkingum, tær eru settar í. Meðan hvalspýggjan ferðast í »vátari sælu«, veit taraloppan, at »alt ger mun« - kanska eginleikar, ið tær lítlu Føroyar áttu at tikið til sín.


Søgn

Kortini er ikki bara talan um eygleiðandi hugarensl og nýskapandi náttúrulýsingar, men eisini um læntan arv, ið altíð er ein aktuell og ein ótømandi kelda hjá skapandi listafólki, ið viðhvørt vilja kaga aftur til røturnar. Eitt nú sangurin um ta dragandi Kópagentuna, har tað spennandi guitarfylgispælið við ikki sørt av suðurlendskum rútmum og heitum og dámi styðjar ta dramatisku søgugongdina, sum flest øll munnu kenna. Kanska eitt bindilið millum tann føroyska og skotska mentanararvin, ið hóast alt er upprunin hjá Anniku og musikarunum til Havið. Í ølum førum er søgnin kend har um leiðir og er eisini nýliga brúkt sum beinagrind til handrit í filmi, ið kom út fyri stuttum. Tí sum Annika helt fyri í útvarpspráti, er havið eftir hennara tykki ikki nakað, ið skilir, men heldur nakað, ið knýtir saman lond (endurgivið eftir mínum minni).

Og kanska er hetta eisini ein frágreiðing um, at hon í støðum fer so víða sum at hætta sær at eksperimentera við íblástri heilt úr eysturlondum, hóast »The North Atlantic is our home and Annika is a child of that ocean«, sum Ian McCalman málber seg í tí einfalda, men væl úr hondum greidda húsanum, har eg enn ikki havi funnið eina villu, sum tíverri er vorðið heldur sjáldsamt í føroyskum prentlutum.


Sild og samtíð

Men umframt endurtulking av eini gamlari søgn, finna vit eisini viðmerkingar um okkara egnu øld og samtíð í Havinum. Til dømis av arbeiðinum hjá føroyskum vísindamanni, sum eitt nú kannaði lívið og atburðin hjá sildini, ið »Maðurin sum gekk móti ljósinum« snýr seg um. Eitt lag, ið ikki beinanvegin vinnur sær fótafesti í huganum, men sum við sínum einføldu og erligu framførslu sigur tað, ið sigast skal.

Eisini við marmennilinum á ICIS-fundi, fáa samtíðin og tey aktuellu viðurskiftini sítt, og ber hetta lagið ikki sørt brá av tátti, sum við speisemi og talumáli avdúkar nuancur hjá bæði sangara og yrkjara.

Sangirnir, ið eg kortini fyrst tók til mín og mundi murra oftast, vóru teir báðir nøkulunda í miðjuni, Fliða og Dreymahav. Hesir eru perlur, tú ikki finnur í hvørjari ostru. Løgini glíða beint inn, samstundis sum tú undrast á, hvussu nógv ein kann fáa burtur úr einum skeljadjóri. Her ert talan um gávur at síggja tað stóra í tí smáa og síðani enntá skapa úr tí.

Og halda vit fram, verða havsins heimur og okkara egni spakuliga flættaðir so saman, at tað er um reppið at vøgguvísan, Dreymahav, verður við yvirlutan og fær valdið á tær. Minnir rættiliga nógv um teir fittu barnasangirnar hjá Anniku í sjeytiárunum, ið tey flestu munnu kenna, teirra millum onkur enntá er endurtulkaður nú í 90'unum. So kanska hevði hesin nýggi verið góður fongur, um barnaútvarpið ansaði eftir honum!

Tað er tó torført at síla úr Havinum, tí eftir at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir rennur alt saman í eina heild, har hvørt stykki hevur sína uppgávu og stuðlar hinum. Innihaldið er kortini ymiskt, eins og tað er ymiskt, hvussu nógv ein skal leggja í hvønn sang. Men burtur úr rúgvuni kann eg ikki lata vera við at nevna teir báðar Á Havi og Nú sigla veingir. Hesin síðstnevndi við einum heiti, ið fær teg at hugsa, um hetta er fuglur ella fiskur, og er tað kanska júst spurningurin við hesi tvørsøgn. Eftir at hava hoyrt Anniku sungið um lívið í sjónum, varnast vit, at hetta ikki bert er nakað, vit liva av, men eisini ein heild og grundkor, vit hoyra til og eru partur av. »Einasta vissa, er at vit ferðast, gjøgnum aldandi rúmd« hoyra vit í tí fyrra sanginum, meðan tikið verður saman um í skering 13, Nú sigla veingir: "Eg eri dropi sjálvur ella alda, í felags streymi gjøgnum tíð og heim". Ein kennir seg lítlan, tá McCalman aftur við sanginum kínir akkordirnar út á hugans streymasjógv, ístaðin fyri at leggja alt ov stóran dent á tekniskt fingraspæl. Men í tónleiki skal ein eisini duga at virða kvirruna. Haldi meg hoyra Regin Dahl ljóma onkustaðni í hesum lagnum, og ber tað kanska boð um, at rótfestið enn er føroyskt, hóast teir báðir tónasmiðirnir, Regin og Annika, størsta partin á ævini hava virkað á Flatlondum.


Mítt minsta land

Men kennir ein seg lítlan á hesi ferð undir vatnskorpuni, er kanska frægast at leita upp á turt aftur. Upp aftur á klettarnar á Mítt minsta land. Lagið tey flestu munnu kenna, av tí at tað varð útgivið fyrstu ferð á plátu í 1981 við donskum teksti og tónleikarum. Sangurin er eisini at finna í Grønu, um enn hann har ber heitið Mítt lítla land, men sjálvt stigbendingar kunnu flóta viðhvørt.

Á hesi somu LP finna vit eisini Alduna, ið valla fær frið á nakrari verðsligari samkomu, og sum uttan iva eisini er tann kendasti sangurin hjá Anniku. Men hóast nógv vatn er runnið í havið síðani tá, hevði tað ivaleyst verið fongur hjá mongum at fingið hana á fløgu, nú Aldan so nógv ár eftir, hon varð útgivin, bert er tøk á helst uppseldum vinyli. Kanska eitt »kommercielt mistak«, men hinvegin eigur ein heldur at lata seg tøla av nýhugsan enn gamlari vælgongd.

Sum áður nevnt er Havið ein fløga við fleiri enn bert tí einu listagreinini. Hevði einaferð varhugan av, at føroyingar høvdu ta fatan, at yrkjarar vóru at finna í bókum, meðan tónleikarar valdu plátuna ella fløguna sum sín miðil. Støðan var nevniliga tann, at tú als ikki fann tekstir úr hesum elektronisku søvnum millum onnur skaldaverk í bókmentayvirlitum, ið skuldu geva okkum eitt lítið innlit í føroyska yrkingalist. Støðan er tó munandi broytt seinastu árini, og ikki minst kom viðurkenningin í '95, tá vísusangarin, kári p, fekk einastu árligu fagurbókmentavirðisløn í landinum, ið seinni bleiv ein mentanarprísur.

Men fløgan »Havið« er eisini eitt verk, ið lækkar stikið millum hesi ymsu listasløgini, og ger henda samansetingin eisini, at hon røkkur út til eina størri fjøld, umframt at hon er umsett til heimsmálið enskt.

Hvønn byr hesar fløgur, Havið og The Ocean, munnu fáa, fer tíðin at vísa, men vónandi verður steðgurin styttri hesaferð millum útgávurnar hjá Anniku. Í øllum førum er Havið ein vátur varði á leiðini gjøgnum føroyska fólkatónleikasøgu.