- Navnframi, Edoardo Ettore, hvørs veggjalist varð vald til at verða millum trý tey vakrastu í heiminum í 2025, hevur seinastu dagarnar málað á Eiði.
Í Eiðis kommunu siga tey, at tað er eitt samstarv millum lokalar eldsálir, Eiðis kommunu og We need art, sum hevur fingið hetta at bera til.
Sagt verður, at fríggjadagin hin 5. juni kom Eduardo til bygdina, og hann fór í gongd beinanvegin.
- Avtalað varð at mála gamla tarvafjósið. Tað vigraði so mikið væl, at hetta listaverk bleiv liðugt eftir fáum døgum.
LIstaverkið á tarvafjósinum kann tulkast sum ein omma, ið hvílir seg í túninum eftir eina deiliga løtu saman við ommubørnunum.
- Ein vakur veggjamálningur sum avgjørt lýsir nógvar føroyskar ommur - ommur sum veruliga geva sær tíð til síni ommubørn.
Í Eiðis kommunu siga tey, at við tað, at tíð leyp av, var møguligt at mála enn ein vegg, og hin veggurin, sum varð málaður, var fjósið í Miklagarði.
- Í Miklagarði eru heilt nógvir bátar smíðaðir, og hóskandi fyri hendan veggin var listaverkið av einum smádreingi, sum heldur einum borðabáti.
##med2##
Lagt verður aftrat, at umframt listaverkini, skipaði Edoardo Ettore eisini fyri einari væleydnaðari verkstovu í skúlanum, har lokalir listaspírar fingu møguleika at royna seg og fáa íblástur til sína egnu list.
- Ein serlig tøkk til We need art sum samskipaði verkætlanina, Niels Fríðheim, sum fekk verkætlanina norður til Eiðis og samskipaði lokalt, og Emmu og Boga Hammer sum hava tikið sær av Eduardo, meðan hann hevur verið her norðuri.
Í Eiðis kommunu enda tey við hesum orðum:
- Samanumtikið tvey listaverk og verkstova, sum vit í kommununi eru ótrúliga glað fyri at hava fingið.
##med3##













