AaB testar føroyskan landsliðsleikara

22 ára gamli landsliðsleikari okkara, Pól Johannus Justinussen er í løtuni og royndarvenur við danska fótbóltsfelagnum AaB. Hann skal longu til dyst í annaðkvøld

Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jakobsen sigur við bold.dk at teir ynskja at læra Pól Johannus betri at kenna.

Tey í íslendska felagnum Valur vita, hvørjar dygdir hann hevur og tað vita eisini tey, ið hava áhuga fyri føroyska landsliðnum, her hann hevur spælt fimm dystir.

Í dag venur Pól Johannus við AaB, og verður eftir øllum at døma við, tá ein eykadystur verður ímóti 1. deildarliðnum FC Hjørring.

(Mynd: Pól Johannus Justinussen í A-landsdysti fyri Føroyar ímóti Antonio Cassano úr Italia)