Tað er nú váttað, at norðmaðurin, Åge Hareide, verður nýggjur venjari hjá íslendska fótbóltslandsliðnum.
Tað er íslendska fótbóltssambandið, sum nú váttar tíðindini.
Hetta verður triðja uppgávan hjá norðmanninum, sum landsliðsvenjari í fótbólti, har hann áður bæði hevur vant landsliðini hjá Noregi og Danmark.
Åge Hareide er 69 ára gamal, og hann hevur eitt langt lív aftanfyri seg sum venjari, har hann byrjaði sum venjari hjá Molde longu í 1985.
Hann hevur eisini vant feløg sum Helsingborg, Brøndby, Rosenborg, Örgryte og Viking.
Í vetur starvaðist Åge Hareide sum viðmerkjari og serfrøðingur hjá norska kringvarpinum til HM-kappingina í fótbólti.