Aarhus Fremad er í niðurflytingarvanda

Martin Agnarsson og liðfelagarnir eru bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna

Kapprenningin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini at sleppa undan næstaftasta plássinum í niðara endaspælinum er hørð.

 

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad eru við 33 stigum bert tvey stig omanfyri B93 á næstaftasta plássinum.

 

Martin spældi allan dystin, tá Aarhus í heimadysti sunnudagin tapti 0-1 fyri Hobro, ið skoraði sigursmálið tíðliga í dystinum.

 

Aarhus Fremad hevur fimm dystir eftir at leika. Komandi leygardag klokkan 17 hava teir dyst á útivølli móti Middelfart, ið er langt aftast við 12 stigum, og eru longu fluttir niður í triðbestu deildina.