Á myndini síggja vit vinnararnar av fimmgongdini, F1: Nr. 1 gjørdust Knút Lützen og Bergstað frá Þingbrekku, nr. 2 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi og á einum deildum 3. plássi vóru Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli og Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu
Fyrsta Safari uttandura gongulagskappingin var í Havnardali um vikuskiftið. 37 pør høvdu meldað til kappingina – og fleiri av luttakarunum høvdu ymisk sløg av metali hangandi um hálsin, tá finalurnar vóru lidnar leygardagin.
Kappast varð í 11 ymiskum flokkum, og byrjað varð mikukvøldið við 100 metra skeiðkappingini, P2. Hóskvøldið og fríggjakvøldið vóru innleiðandi kappingar í hinum flokkunum, og finalurnar blivu hildnar í góðveðrinum leygardagin.
Góður dagur hjá Knúti
Knút vann ikki færri enn trý gullmerki og eitt silvurmerki. Hann vann V1, fjórðgongdina, á hestinum Kára frá Ásbrú og fekk ikki minni enn 7,13 í miðalkarakteri. Í skjóta tøltinum fingu teir serliga góðan karakter, heilt upp til 9,0, sum er framúr gott. Greinina T2, slakteymatølt, vann hann á hestinum Hvini frá Árbæjarhjáleigu II, og F1, fimmgongdina, vann hann á Bergstað frá Þingbrekku. Í T1, tølti, gjørdist hann nr. 2, somuleiðis á Hvini frá Árbæjarhjáleigu II.
Fleiri heiðursmerki til Bjørk og Bjørg
Hjá teimum ungu gekst eisini væl. Í V5-B, fjórðgongd fyri børn gjørdist Bjørk Láberg nr. 1 á hestinum Verðandi frá Litlu-Tungu 2, eins og hon vann T7-B, tølt fyri børn, á Kóngi frá Tindsgarði. Bjørg Nolsøe Mørk hevði eisini ein góðan dag. Hon gjørdist nr. 3 í V5-B, fjórðgongd fyri børn, og nr. 2 í T7-B, tølt fyri børn, á hestinum Ömmu-Jarpa frá Miklholti. Harumframt kappaðist hon saman við teimum vaksnu í F1, fimmgongd, og endaði á einum deildum 3. plássi á ryssuni Gylling frá Neðra-Seli.
P2 aftur á skránni
Hetta er fyrstu ferð í nøkur ár, at skeiðkappingin P2 hevur verið á skránni – og fyrstu ferð kappast hevur verið í P2 á nýggju breytini hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. P2 er sokallað flúgvandi skeið, har rossið skal renna 100 metrar í skeið skjótast gjørligt. Tvey pør høvdu meldað til, og vinnari gjørdist Jógvan Elias Joensen á ryssuni Gátu frá Víðinesi 1 við tíðini 10,68 sekund, meðan Sedea Bjarnadóttir Nolsø á hestinum Rambó frá Hellu gjørdist nr. 2 við tíðini 11,85 sekund.
Niðanfyri síggjast øll úrslitini, og stuttligt er at síggja, hvussu høg dómaratølini eru hjá fleiri av luttakarunum longu nú í fyrstu uttandura kappingini í ár.
V5-BØRN, fjórðgongd
1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Litlu-Tungu 2, 5,88
2 Simona Tornby og Helios fra Bøgegården, 5,71
3 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti, 5,58
V5, fjórðgongd
1 Arnfríð Ólafsdóttir Dam og Ómur frá Brekknakoti, 5,92
2 Anna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3, 5,75
3 Eva Albinsdóttir og Snæþór frá Austurkoti, 5,38
V1-UNG, fjórðgongd
1 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli, 5,93
V1, fjórðgongd
1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú, 7,13
2 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni, 6,77
3 Ragnheiður Ólafsdóttir og Vaðall frá Dimmuborg, 6,57
T7-BØRN, tølt
1 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði, 6,17
2 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti, 5,83
3 Eva Waag og Finna frá Ármóti, 5,42
T7, tølt
1 Arnfríð Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum, 6,58
2.1 Eyðrið E. Hansen og Stefnir frá Typpafossi, 6,00
2.1 Anna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3, 6,00
T2, slakteymatølt
1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II, 6,96
2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni, 5,96
T1-UNG, tølt
1 Ester Dahl á Heygum og Brá frá Tjarnastöðum, 6,78
2 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu, 5,39
T1, tølt
1 Ragnheiður Ólafsdóttir og Vaðall frá Dimmuborg, 7,00
2 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II, 6,72
3 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, 6,67
F1, fimmgongd
1 Knút Lützen og Bergstað frá Þingbrekku, 6,55
2 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1, 6,05
3.1 Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli, 5,24
3.1 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu, 5,24
P2, flúgvandi skeið, 100 m
1 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1, 10,68 sekund
2 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu, 11,85 sekund











