Fótbóltur
Her á síðunum tóptu vit dystin fyri eitt ervi, og fyri taparan mundi hetta í øllum førum kennast sum ein veruleiki sunnudagin. Gaman í hevur VB/Sumba enn matematiska møguleikan at hanga fast í Formula-deildini, men við sjey dystum eftir og 11 stigum upp til B71 tykist tann uppgávan meira enn møtumikil.
Tað ger hon sum so eisini hjá AB, sum hóast sigurin enn hevur átta stig, sum skulu vinnast aftur í somu sjey dystum. Men hóast alt hanga teir enn fastir í vónini um, at tað skal eydnast at lívbjarga sær.
Tvey misnýtt brotsspørk
Á vøllinum tóktust báðir partar tó hava alt at spæla fyri. Frá fyrsta bríksli varð nógv lagt fyri, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn vertirnir høvdu lagt seg á odda. Dan Djurhuus fekk møguleikan úr ellivu metrum, og hann sveik ikki álitið.
Sama møguleika fekk Allan Mørkøre stutt fyri hálvleik. Men eydnan var ikki við veteraninum hjá AB, og so vóru vertirnir á odda í steðginum.
Eftir steðgin snaraði dysturin tó heilt. Johan Ellingsgaard var atvold til mikið kjak, tá hann sendi bóltin í netið til 1-1. Linjuverjin hevði flaggið á lofti, tí hann helt talan vera um rangstøðu. Men tað helt dómarin tó ikki, og so kundu vágbingar mótmæla tað, sum teir vildu.
VB/Sumba fekk tó enn eina ferð møguleikan frá brotssparksblettinum, men tá Dan Djurhuus skuldi royna seg seinnu ferðina, stóð Magnus E. Poulsen í AB-málinum fyri. Tað gav argjamonnum møguleikan at taka alt norður, og enn eina ferð varð Johan Ellingsgaard rætti maðurin á rætta staðnum, tá hann við 2-1 málinum sendi VB/Sumba í kolkjallaran.
Hava møguleikan
Umboð fyri bæði liðini søgdu í Útvarpinum, at so leingi, sum vónin er til staðar, verður spælt fyri at halda fast um sessin í Formula-deildini.
Her hevur AB enn vónina, og hóast tað eisini her er trupult, so er talan ikki um heilt so vónleysa støðu. Her verða teir báðir komandi dystirnir tó sera avgerandi. Tá hevur AB heimavøll móti ávíkavist GÍ og KÍ, og megnar liðið at fáa seks stig úr teimum dystunum, kann lív brádliga koma í niðurflytingarstríðið, sum annars hevur tykist avgjørt størsta partin av kappingarárinum.