AB togaði seg upp í toppin

Argjamenn vunnu toppdystin ímóti sandoyingum í næstbestu fótbóltsdeildini. B71 legði nógv fyri í seinna hálvleiki fyri at vinna dystin, men tað var AB, ið skoraði sigursmálið. LÍF kom afturíaftur í oddastríðnum við sigri í Vágum

1. deild menn

Nú er AB á toppinum í 1. deild hjá monnum. Leygardagin spældu argjamenn toppdyst ímóti B71, og tað eydnaðist liðnum av Argjum at vinna dystin 2-1.
Harvið hevur AB lagt seg tvey stig fram um B71, sum framvegis liggur á næstfremsta plássinum.
LÍF fekk við einum sigri í Vágum gongd í sína maskinu aftur, og leirvíkingar liggja nú tvey stig aftanfyri B71 á stigatalvuni.
FSV04, sum hevur skift venjara, fekk ongan ágóða av venjaraeffektini, og liðið mist aftur stig. Nú hevur FSV04 sjey stig upp til annað uppflytingarplássið.
Í botninum fekk Royn sítt fyrsta stig í kappingini í ár, men javnleikurin ímóti KÍ munar lítið, tí liðið liggur 13 stig niðri undir niðurflytingarstrikuni.

AB-B71
B71, sum hevur verið oddalið í 1.deild nógvu seinastu umførini, snávaði á Argjum leygardagin, og tað hevði við sær, at AB streyk fram um teir.
AB legði seg fram um longur eftir slakar 20 minuttir, tá ið Rúni Nolsøe gjørdist leysur nakað til høgru í brotsteignum. Hann royndi seg úr spískum, og bólturin tók handaru stong á veg í málið.
B71 stríddi seg inn í dystin aftur, og beint fyri hálvleik javnaði Jónsvein Thomsen, tá ið hann saksasparkaði eitt innlegg í málið.
B71 legði harðliga fyri eftir hálvleikssteðgin, og teir trýstu nógv fyrstu løtuna. Men tað var AB, sum skoraði sigursmálið. Eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Tony Rasmussen skoraði eftir innlegg frá Allani Mørkøre úr høgru síðu.

FSV04-LÍF
LÍF fór leygardagin úr Sandavági við øllum trimum stigunum, og hetta var fyrsta ferðin í fimm dystum, at LÍF fekk fulla úrtøku.
Adrian Joensen legði LÍF framum longu í 2. minutti, tá ið hann gjørdist leysur í brotsteiginum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Bárður á Lakjuni um leiðsluna við skoti úr 25 metrum.
FS Vágar04 hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað eydnaðist teimum so at siga ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Hetta var fyrsti dysturin hjá FS Vágum, síðani teir fyrr í vikuni skiftu venjara. Nú er Hegga Samuelsen, sum var aftastur í verjuni, venjari.
Sigurin ber við sær, at LÍF kom afturíaftur í oddastríðnum í næstbestu deildini.


Royn-KÍ
Leingi máttu teir bíða, men nú hava eisini hvalbingar fingu sítt fyrsta stig í 1. deild. Hóast Royn tók ímóti einum øðrum liði niðarliga á stigatalvuni, KÍ, gjørdust kortini talan um ein spennandi og intensan dyst, har liðini fingu eitt stig í part.
Men tað skuldi heili fýra brotsspørk til fyri at avgera dystin.
Mitt í fyrra hálvleiki legði Royn seg framum 1-0 eftir eitt brotsspark. KÍ málverjin bjargaði, men tá ið bólturin støkk útaftur, var Jens Kári Joensen fyrstu á bóltinum og skoraði.
Fimm minuttir fyri hálvleik, javnaðu klaksvíkingar við máli, sum Erling Fles skoraði.
Í øðrum hálvleiki fekk Royn aftur brotsspark, sum Frits Eið setti í málið til 2-1. Men klaksvíkingar høvdu ikki meiri enn givið bóltin upp og vóru farnir í álop, so fingu teir brotsspark, og so skoraði Erling Fles sítt annað mál í dystinum.
Nakað seinni fekk Royn sítt triðja brotysspark og tað fjórða tilsamans í dystinum, men hesuferð brendu teir.
Royn legði seg tó á odda 3-2 við einum frálíkum langskoti frá Bjarna í Hólalagi, men enn einaferð javnaði KÍ. Tað gjørdu teir í evstu løtu við triðja málinum hjá Erling Fles í hesum dystinum.

HB-TB
TB vann 1. deildardystin í Gundadali leygardagin. HB-liðið var ikki so væl mannað, sum tað áður hevur verið, tí nógvir spælarar vóru við í ferðalagnum, sum var í Litava og spældi Intertoto-dyst.
Hjá TB var Óli Johannesen sterkur í verjuni, og hann og liðfelagarnir hildu málið reint í hesum dystinum. Tað hevði við sær, at eftir at TB í trimum teimum seinastu royndunum bara hevur fingið tvey stig, kláraði liðið at vinna øll trý stigini hesaferð
Kaj Roest legði TB fram um fimm minuttir fyri leiklok. Hann fekk fatur á bóltinum eftir misskiljing í HB-verjuni, og so smekkaði hann til nakað úti frá.
Tá ið eitt korter var eftir at spæla, staðfesti Olivur Abrahamsen sigurin, tá ið hann skoraði eftir kontraálop.

SÍ-VB/Sumba
SÍ vann leygardagin trivaligan 4-0 sigur á VB/Sumba. Í steðginum vóru sørvingar longu frammanfyri 3-0.
Jón Nilsen setti hol á, tá ið lítil hálvur tími var farin. Hann beindi eitt innlegg úr vinstru í málið. Ingi Ole-Jacobsen økti til 2-0 við skoti av brotsteigarmarkinum, og so økti Marcelo til 3-0 beinanvegin. VB/Sumba gav bóltin upp, men SÍ vann bóltin, og Marcelo rann sjálvur ígjøgnum verjuna og skoraði.
Í seinna hálvleiki kom eitt mál afturat, og tað skoraði heimaliðið eisini. Wenzil Mouritsen stóð fyri málinum, sum kom eftir 58 minuttir.