Absalon er ættaður úr Saltangará ella Heiðunum, sum tað plagdi at verða nevnt. Foreldrini vóru Inga Malena fødd Jacobsen og ættað úr Syðrugøtu og David Einar Djurhuus, sum var ættaður úr Sumba, og sum fyrst lærdi til lærara og síðani til lækna. Hann var í 38 ár lækni á Skálafjørðinum og varð kallaður Heiðadoktarin. Inga Malena og Einar fingu tvey børn. Tey eru Absalon og Nanna Sørensen, sum bæði búgva í høvuðsstaðnum.
Barnaskúlan gekk Absalon á Glyvrum, men hann var annars nógv á Skála har abbin, Absalon Jacobsen, átti skip og rak skipasmiðjuna.
Absalon tók realprógv í realskúlanum í Havn síðst í 40-unum. Hesa tíðina búði hann á fyrrverandi Royndarstøðini í Hoyvík. Hann varð matematiskur studentur á Føroya Studentaskúla í 1952. Í 1956 leyk hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Veturin 1956-57 var hann á námsskeiði á ítróttarháskúlanum í Sønderborg. Eitt stutt skifti var hann so vikarur í Miðvági, og í 1957 gjørdist hann lærari í Kommunuskúlanum í Havn. Hann var varaskúlastjóri frá 1962, til hann fór úr starvi 1. august 1996. Skúlaárið 1965-66 var hann á ársskeiði á DLH.
Sum yngri var Absalon íðin fimleikari. Hann var virkin í Havnar Fimleikarafelag og annars í frælsum ítrótti. Hann taldist millum fremstu fimleikarar í landinum.
Í síni frítíð vitjaði Absalon ofta aftur í heimbygdini, har hann m.a. hevði bát og so eisini jørð í Skálabotni.
Eitt av frítíðarítrivunum hjá Absaon hevur verið at spæla violin, og spældi hann í mong ár saman við øðrum í Musikkskúlanum. Hann er eisini fittur í hondunum, hann hevur t.d. gingið til bókbinding og møbilpolstring og gjørt ymiskar lutir úr træ. Eisini liggur væl fyri at tekna og at taka myndir. Síni kreativu evnir nýtti Absalon eisini í skúlanum við at seta leikir upp o.a. Hann var ein høgt respekteraður lærari, bæði millum starvsfelagar og næmingar.
Absalon giftist 23. august í 1959 við Ásvør Matras Joensen. Hon er fødd á Viðareiði í 1934. Foreldrini vóru Maja og Jógvan Joensen, sum í mong ár vóru lærarafólk í Klaksvík. Eisini Ásvør lærdi til lærara, og hon var í mong ár lærari í Kommunuskúlanum.
Ásvør og Absalon eiga trý børn. Tey eru Inga Malena, Jógvan Martin og Einar. Inga Malena býr í Sandavági, og dreingirnir búgva í Havnini. Ommu- og abbabørnini eru 6 í tali.
Føðingardagin varð hildin saman við familjuni í Sandavági.