Ein av røðarunum á Vaglinum 1. mai var drúgvi nevndarlimurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Jóhan Carl Dam.
Hann nýtti sum fyrsti røðari høvið at bjóða fólki vælkomin til haldið, og helt síðani eina røðu, sum í mun til undanfarin ár vendi sær meiri móti politikarunum og politisku skipanini, heldur enn móti arbeiðsgevarunum.
- Tað er støðan hjá verkafólki okkara, ið stendur ovast á dagsskránni í dag, men spurningurin er, um støðan hjá verkafólki yvirhøvur er á dagsskrá hjá politikarunum, segði Jóhan Carl Dam.
Hann helt, at politikarar vísa viðurskiftunum hjá verkafjøldini frá sær og siga, at tað er eitt mál fyri arbeiðsmarknaðin at loysa. Og tað er eisini rætt.
- Men hinvegin kunnu somu politikarar ikki loyva sær at sita hendur í favn, um lønarbólkar liva undir vánaligum og alsamt versnandi korum. Og tað er júst støðan í dag, segði Jóhan Carl Dam.
Verkamannalønin er lág, stendur í stað og eftirlønin haltar eisini aftaná við tí úrsliti, at verkafólk bert kunnu standa og hyggja við langtandi eygum í sýnisgluggarnar eins og gentan við svávulpinnunum. Alt meðan tey alment løntu kundu dusa sær við ferðum, klæðum, húsi og bili, helt nevndarlimurin í HA.
Høgur skattur –
lág keypiorka
Tað fór ikki bara aftur við borðinum, at løgmaður fyri tveimum árum síðani segði, at stættarstríðið var av soleiðis sum mann kendi tað. Men Jóhan Carl sendi løgmanni hesa heilsan:
- Tað kann vera, at løgmaður ongan klassakamp hómar, har hann er staddur. Men eg skal heilsa og siga, at klassamunurin er øgiligur, og at hesin munur skjótt fer at elva til eitt klassastríð, sum vit kanska ongan tíð hava upplivað her á landi áður.
Síðani vísti røðarin á, at meðan almennu lønirnar vaksa við rúkandi ferð er verkafólkið við sviðusoð. Skatturin er høgur, og eftirlønina mugu verkafólk sjálvi gjalda. Og tað verður bara tyngri og tyngri at fáa endarnar at røkka saman. Og her er tað, at politikararnir svíkja, segði Jóhan Carl.
- Avlopið minkar og harvið eisikni keypiorkan. Og tað er upp til politikararnar at skapa karmarnar um eina trygga og lívgandi tilveru hjá verkafólkinum, vísti røðarin á.
Politikarin ábyrgd
Jóhan Carl Dam helt ikki arbeiðsgevararnar púra sakarleysar, tí hóast tað finnast teir, ið »hava sæð ljósið«, og geva arbeiðsfólkunum bæði góða og fasta løn, so fáa flestu verkafólk framvegis einki annað enn minimumslønina.
- Men tað er ikki bara lønin, ið er avgerandi fyri, hvussu livikorini hjá verkafólkum eru. Arbeiðsgevarafeløgini avgera ikki prísleguna í matvøru-, klædna- og timburhandlum, tey líkna ikki skatt og avgjøld og tey avgera ikki skattapolitikkin, segði Jóhan Carl Dam.
Og hann helt fram:
- Politikararnir hava heldur ikki ávirkan á alt, tað eru tíbetur viðurskifti, sum teir ikki hava møguleikan at stýra. Men politikararnir hava myndugleikan og amboðini at gera sítt til, at vit fáa eitt samfelag, har teir ymsu samfelagsbólkarnir hava nøktandi og góð livikor. Vit siga okkara hugsan og seta okkara krøv fram undir samráðingunum við arbeiðsgevarafeløgini. Í dag er adressan í størri mun politiska skipanin, segði hann.
Nevndarlimurin í HA helt, at verður einki munagott gjørt, verður gjógvin millum samfelagsbólkarnar skjótt so breið, at hvørki sæst ella hoyrist tvørturum.
Glottar eru, treyðugt so, segði Jóhan Carl Dam og vísti á samstarvið millum trý fakfeløg um eina felags heimasíðu, eins og hann fegnaðist um, at fakfeløg vóru gingin saman um felags samskipara. Men samlaði boðskapurin var ikki at misskilja:
- Míni ráð til politikararnar eru: Setið ikki kikaran fyri blinda eygað, havið dirvi til at síggja veruleikan og gera nakað við hann, segði Jóhan Carl Dam í 1. maidagsrøðu síni.