Ætla at seta tríggjar kommunulæknar afturat í starv

Teir verða settir á hvør sínum plássi í landinum

Vit hava biðið um at fáa tríggjar kommunulæknar afturat. Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Spurningurin um kommunulæknarviðurskiftini vóru til umrøðu í Løgtinginum í gjár, tá ið Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi landsstýrismannin, hvussu støðan er á økinum. Tað hevur alstóran týdning, at læknaviðurskiftini eru góð, tí fólk vilja rætt og slætt ikki búgva har kommunulæknaviðurskiftini eru vánalig, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi.

 

Hon vísir á, at í 2017 vóru ikki meiri enn 17 kommunulæknar í føstum starvi, men so kom tað upp á 28 kommunulæknar, umframt at nøkur nýggj kommunulæknastørv vórðu lýst leys. Men hóast fólkatalið er vaksið hesi seinastu tvey árini, er ikki fleiri kommunulæknar settir. Hon sigur, at so hvørt, fólkatalið veksur, veksur eisini avbjóðingin at hava nokk av læknum.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at í løtuni er støðan heilt á einari leið. Hann sigur, at í løtuni eru tað 27 kommunulæknar, sum eru í føstum starvi kring landið, men fýra av teimum eru sjúkrameldaðir, ella eru í farloyvi. Í løtuni verða 11 viðtalur røktar av avloysarum.

 

Men annars sigur hann, at arbeitt verður við at seta tríggjar nýggjar læknar í starv og tað verður við í samráðingunum í samgonguni um fíggjarlógina fyri næsta ár. Ein kommunulækni verður í Klaksvík, ein verður í Fuglafirði og ein verður í Havn.

 

Hann sigur annars, at stremba verður eftir at hava so nógvar læknar í føstum starvi, sum gjørligt.