Tað er nú greitt, at eingin ákæra verður reist ímóti Jákup Eli Joensen fyri sangin um at drepa løgmann. Tað hevur hann nú fingið at at vita frá ákæruvaldinum.
Tað var í september í fjør, at hann legði sangin, ”Eg drap løgmann” á Youtube, og avleiðingin av tí varð, at hann varð meldaður fyri at hótta Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og konuna, eftir lívinum.
Les eisini: Vit fingu eina fráboðan - og har ber eisini til at hoyra sangin, alt snýr seg um.
Løgreglan tók málið upp, men nú hevur Jákup Eli Joensen fingið at vita frá ákæruvaldinum, at málið er slept og at eingin ákæra fer at verða reist.
Tað er ikki rímiligt at halda, at nakað revsivert er farið fram, sigur ákærin í skrivinum til Jákup Eli Joensen.
Sjálvur er Jákup Eli Joensen fegin um úrslitið, tú nú er sakin vunnin, sum hann tekur til.
Og hann endurtekur tað, hann segði tá ið sangurin kom út, nevniliga at løgmaður hevur onga orsøk yvirhøvur til at føla seg hóttan.
Í sanginum meinti eg ikki ítøkiliga við løgmannin,vit hava nú, men um allar løgmenn, og tað ónøgd, sum er við teir, sigur Jákup Eli Joensen.
|