Ævisøgan um Stanley Samuelsen kemur nú út í bók

Stanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu, og samstundis kemur ævisøgan hjá Stanley út í bók. Í tí sambandinum eru tríggjar útgávukonsertir kring landið frá 17-19. oktobur 2025.

Í longri tíð hevur Stanley arbeitt við eini nýggjari útgávu, har hann, saman við sera dugnaligum fólki, hevur skapt nýggj løg og hevur eisini endurskapt nøkur eldri løg. Flestu av teimum 12 løgunum á útgávuni eru á føroyskum, tó er okkurt danskt við eisini. Stanley eigur flestu løgini sjálvur, og orðini eiga m.a. Stanley, Martin Joensen (eigur eisini okkurt lag), Hans J. Kollslíð, William Heinesen, Hans A. Djurhuus og Janus Djurhuus.

 

Útgávan kemur út sum LP og fløga í sama húsa, eisini verður møguleiki at taka tónleikin niður á netinum.

 

Útgávan eitur “Sólskin” eftir yrkingini, Solskin, hjá William Heinesen, sum rættiliga væl lýsir hesa útgávu.

 

Hóast Stanley er komin væl til árs og má stríðast hvønn dag við Alzheimerssjúku, so sær hann ljóst uppá tilveruna, og hetta endurspeglar eisini útgávuna úr einum enda í annan.

 

Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. Bókin verður løgd fram til konsertirnar og kann keypast á staðnum.

 

Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina og verður eisini til staðar.

 

##med2##

 

Tær tríggjar konsertirnar eru hesar:

 

Norðurlandahúsið, fríggjakvøldið tann 17. oktobur kl. 20.00

 

Mentanarhúsið í Fuglafirði, leygarkvøldið tann 18. oktobur kl. 20.00

 

SALT, sunnudagin tann 19. oktobur kl. 15.00

 

##med3##

 

Tónleikarar til konsertirnar:

 

Stanley Samuelsen, sang og gittar

 

Kim Hansen, tangentar og sang

 

Jóhannus á Rógvu Joensen, bass

 

Jósva Debes, slagverk

 

Tóri Restorff Jacobsen, sello

 

Angelika Hansen, violin

 

Jón Festirstein, violin

 

Tøkni:

 

Ljóð: Jónas Bloch Danielsen

 

Ljós: Súni Joensen

 

Kostnaður: 295,-