Hesum hevur felagið boðað frá á heimasíðu sínari, www.eb-streymur.fo. Talan er um 21 ára gamla Joseph Odogu, og í felagsliðnum vóna tey, at hesin kann vera við til at hvessa álopspartin enn meira. Her hevur EB/Streymur nú sagt farvæl við Sonna L. Petersen, sum fyri tveimum árum síðani vann gylta skógvin. Hinvegin er Sorin Anghel framvegis partur av liðnum, og hann plagar at vera góður fyri nøkur mál um árið. So er spurningurin, um nýggi maðurin kann styrkja enn meira um hendan partin. Á pappírinum er talan um góðan spælara. Odogu sigst hava roynt seg á nøkrum av U-landsliðunum hjá Nigeria, men tað verður so ikki fyrr enn eftir royndarvenjingina, at endalig støða til sáttmála skal takast.