Sólin stendur ikki hægst á himmlnum longur. Klokkan er farin um sjey, men framvegis kennist hitin drúgvur. Luftin er slavin og stemningurin er spentur á Front Street í Hamilton býarpartinum í Bermuda.
Á startmálinum standa einir 40 súkklarar klárir til at býarkoyringina. Hon er seinasta súkklingin á Oyggjaleikunum á Bermuda. Føroyska súkkluliðið hevur fýra mans við. Fremst stendur 23 ára gamli Torkil Veyhe, sum er okkara sterkasti súkklari, men hann er enn ikki so royndur í býarkoyring.
Aftanfyri hann eru Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen, sum báðir eru legendir í føroyskari súkkling. Aftanfyri teir stendur lærlingurin, Jóanis Albert Nielsen, sum er við fyri fyrstu ferð.
»Ready«, rópar frásøgumaðurin á málinum og so letur hann eitt skot av. Í einum seta 40 súkklarar ferð á og royna at koma so skjótt avstað, ið til ber. Mitt í rokanum fara tveir mans um koll. Tá allir hinir eru komnir avstað er greitt, at ein annar súkklari hevur rent á Boga Kristiansen, sum fer um koll.
Feltið er komin fleiri hundrað metrar áðrenn Bogi Kristiansen kemur upp á súkkluna og byrjar at fáa ferð á.
Teinurin er stuttur og tað tekur undir tveir minuttir at koma runt teinin, sum hevur fleiri sving í bæði mótbrekku og undanbrekku. Bogi roynir í nakrar umgangir at koma fram til høvðusfeltið, men býarkoyringin er náðileys. Ongin er at hjálpa Boga, sum er púra einsamallur og avsettur. Hóast hann er djarvur súkklari og dámar væl tøttu teinarnar í býarkoyringini, so megnar hann ikki at innheinta hinar.
Oyggjaleikirnir hjá Boga Kristiansen enda stutt seinni, tá royndi súkklarin leggur kongin og bremsar fyri seinastu ferð.
»Eg gevist ikki soleiðis«
Á málinum er lagið gott. Torkil Veyhe kemur á mál sum nummar 7, meðan Gunnar Dahl-Olsen kemur á mál við høvðusfeltinum. Eftir fleiri strævnar súkklingar eru oyggjaleikirnir komnir at enda fyri føroysku súkklarnar.
Bogi er prátingarsamur á málinum, meðan súkklingini verður viðgjørd og menn meta um síni egnu avrik og avrikini hjá hinum.
Tá prátið fellur inn á framtíðina hjá 48 ára gamla súkklaranum verður tónin tó álvarsligur.
– Eg gevist ikki nú. Ikki upp á hendan mátan sigur Bogi avgjørdur.
– Eg stóð fastur á málinum og tá eg skuldi fara upp á súkkluna hjá mær aftur, mundi maðurin, sum eg rann saman við, fari við súkkluni hjá mær, greiðir Bogi frá.
– Nú kann eg ikki gevast. Eg verið við aftur um tvey ár, er staðfestingini frá Boga.
Frá báti til súkklu
Bogi Kristiansen rør sum ungur, men velur í 1992 at gevast. Hann leitar eftir nýggjari avbjóðing og nú vil hann sjálvur sleppa at velja nær hann venur. Hann velur at seta seg á eina súkklu og byrjar at venja við súkklufelagnum.
Tað gerst skjótt greitt, at hann er dugnaligur súkklari. Orkan er góð og longu í apríl koma góð boð. Oyggjaleikirnir eru í Isle of Wight um summarið og súkklufelagið umhugsar at taka Boga við.
– Eg fekk at vita, at um eg legði nógv fyri, so slapp eg við. Eg keypti mær nýggja súkklu og útgerð og helt fram at venja, greiðir Bogi frá.
Nógva venjingin gevur úrslit og Bogi er við í ferðalagnum til Isle of Wight. Í fyrstu kappingini kemur Bogi á mál sum nummar 10. Hann er ovurfegin um úrslitið, men er lítillátin um framtíðina eftir úrslitið. Við útvarpið sigur hann, at hann ivast um hann heldur fram við at súkkla, tí tað stendur ein langur, kaldur og myrkur vetur fyri framman.
– Nú standi eg her – tjúgu ár seinni, sigur Bogi við einum brosið.
»Eitt sekund frá sensatiónini«
Bogi heldur fram at súkklað og í 1995 eru aftur Oyggjaleikir á skránni. Hesa ferð á Gibraltar, sum liggur sunnanfyri Spania. Einkultstarturin fyri lið er á skránni. Talan er um ein tein upp á fýra kilometrar við brættari mótbrekku.
Í Føroyum verður vant nógv, men vónirnar eru lítlar. Isle of Man, sum er súkkluoyggj burturav, er stórfavorittur og hevur síðani ment súkklarar sum Mark Cavendish, sum í dag vinnur etapu omaná etapu á Tour de France.
Jens Glerup er venjari og hann hevur lúrt brætta teinin av. Føroyska liðið, sum er mannað av Boga Kristiansen, Gunnari Dahl-Olsen, Rógva Johansen og Jóhan Brend, venur við at súkklað niðan til radarastøðirnar á Sonnfelli.
Vit vandu nógv og taktikkurin var, at Jóhan Brend drassaði okkum á langa teininum, so eg, Gunnar og Rógvi vóru væl fyri til fjallatúrin, greiðir Bogi frá. Í liðkappingini eru tað tríggir teir fremstu, ið telja við í samlaðu støðuni.
Nógva venjingin gevur úrslit og føroyska liðið gevur favorittunum úr Isle of Man skarpan ganga. Føroyska liðið er bara eitt sekund frá at vinna gull.
Vit vóru púra ókendir áðrenn og ongin væntaði nakað av okkum, men tann kappingin broytti alt, sigur Bogi.
Ein telvari á súkklu
Bogi flytur í 1998 niður við familjuni at arbeiða. Í byrjanini gongur væl og Bogi stríðir seg upp frá C bólkinum til A bólkin í danskari súkkling. Alt upp á bara eitt kappingarár.
Millum annað familjulívið ger tó, at Bogi ikki hevur stundir at venja nokk til at halda fast í A-bólkinum. Hann endar í einum bólki fyri menn yvir 30 ár, sum eru á støðið við B-bólkin.
Tríggjar ferðir er Bogi blivin nummar trý í býarkoyring, og fleiri ferðir í topp 5 í 100 km; tó uttan at fáa heiðursmerki á tí teininum á Oyggjaleikunum. Eitt úrslit hann er væl nøgdur við.
Í øllum trimum førinum eru tað fulltíðarsúkklarar, sum enda frammanfyri meg. Tí kundi tað illa verið øðrvísi, so tí eru eg væl nøgdur við tey bronsuheiðursmerkini, sigur Bogi.
Styrkin hjá Boga liggur millum annað í taktiska vitinum. Hann verður av millum annað Gunnari Dahl-Olsen lýstur sum ein telvari á eini súkklu. Hann brúkar sjáldan óneyðuga orku og veit akkurát nær hann skal sláa til. Hann er eisini ein maður við nógvum góðum ráðum til sínar liðfelagar.
Fjallasúkkling
Bogi hevur á hesum leikunum eisini luttikið í fjallasúkkling. Um veturin er mangan kalt og frost á landavegunum í Danmark og tí verður súkklingin hildin við líka við at súkkla í ymiskum skógum og plantasjum. Har er læ og frostið hevur ikki somu ávirkan.
Eg fann útav, at eg kláraði meg væl á fjallasúkkluni og valdi tí at gera eina roynd. Tað er stuttligt og avbjóðandi. Eg haldi, at tað hevur gingið fínt her eisini, sigur Bogi, sum sostatt luttók í fýra ymiskum súkklugreinum á Bermuda.
Klárur til Jersey
Boðskapurin er greiðir. Bogi Kristiansen takkar ikki fyri seg í súkkling, eftir eina miseydnaða býarsúkkling, tí onkur tilfeldigur súkklari ikki dugur sær hógv á startmálinum.
Bogi hevur í tjúgu ár liva lívið sum súkklari og tað heldur fram. Kappingarandin, viljin til at trýsta seg sjálvan og fáa nýggjar avbjóðingar er til staðar.
Bogi hevur øll hesi árini luttikið á tíggju Oyggjaleikum og hóast hann verður hálvthundrað til komandi leikirnar, so hevur hann ikki í sinninum at gevast.
– Súkkling er ein lívsstílur. Eg súkkli til arbeiðis og súkkli heim. Gjarna ein umveg um veðrið er gott. Eg súkkli tí mær dámar tað, sigur Bogi um spurningin hvussu tað ber til at hann framvegis súkklar eftir 20 ár í ítróttini.
Tað er ikki til at síggja, at maðurin er 48 ár og tað verður heldur ikki til at síggja, at hann er hálvt hundrað, tá hann, um alt vil, aftur umboðar Føroyar í súkkling á Oyggjaleikunum á Jersey um tvey ár.