Ein kvinna setti í dag eld á seg uttan fyri ráðhúsið í algerska býnum Sidi Ali Benyoub, men tað eydnaðist einum embætismanni at sløkkja eldin og at fáa kvinnuna á eitt sjúkrahús.
Myndugleikarnir siga, at kvinnan er tað sætta fólkið í Algeria, sum hevur sett eld á seg ta seinastu vikuna. Sambært blaðnum El Watan setti kvinnan eld á seg, tí myndugleikarnir høvdu sýtt henni stuðul til íbúðarleigu.
Miðskeiðis í desember setti ein 26 ára gamal maður í grannalandinum Tunesia eld á seg fyri at mótmæla dýrum matvørum og stórum arbeiðsloysi. Sjálvmorðið gjørdist byrjanin til tey nógvu mótmælini, sum noyddu forsetan frá og av landinum.
Síðani hava fleiri fólk í Algeria og Egyptalandi sett eld á seg fyri at mótmæla livikorunum har.