Aftur ein sjálvmorðsbumba

Hesaferð sprongdi ein palestini eina sjálvmorðsbumbu í Tel Aviv. Fýra fólk doyðu.

Ikki minni enn tveir palestinskir felagsskapir boðaðu frá, at tað vóru teir, sum skipaðu fyri, tá ein sjálvmorðsbumba drap fýra fólk á einari matstovu í Tel Aviv gjáranáttina. Á matstovuni Mike's Place sótu nógv ungfólk og lurtaðu eftir jazzrónleiki, tá bumban brast. Sambært ísraelsku løgregluni var bumban fylt við seymi.

Atsóknin var bert fáar tímar eftir, at teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir høvdu góðkent ta nýggju stjórnina hjá Mahmoud Abbas, forsætisráðharra, men hon vísir eisini, hvussu trupul uppgávan hjá stjórnini er.

Amerikanska stjórnin fordømdi alt fyri eitt atsóknina, men ein talsmaður hjá George W. Bush, forseta legði afturat, at tilburðurin fer ikki at forða friðartilgongdini.