Aftur illveður í Íslandi

Tað hevur viðrað sera illa í Íslandi í seinastuni. Eitt djúpt lágtrýst fyri og annað eftir eru komin inn yvir landið og hava havt nógvan vind, kava og regn við sær.

Í nátt og fyrrapartin hevur veðrið verið ringt á høvuðsstaðarleiðini og longri eysturi á Suðurlandinum. Í Reykjavík vórðu menn hjá bjargingartænastuni boðsendir, tí onkur tekja var loysnað, og tað sama var úti í Vestmannaoyggjunum (myndin).

Eingin flogferðsla hevur verið innanlands fyrrapartin og heldur eingin sigling millum meginlandið og Vestmannaoyggjarnar. Veðurstovan í Reykjavík sigur frá minkandi vindi seinnapartin.