Aftur á vøllinum

Tað var kanska ikki tað heilt nógva, sum áskoðararnir hjá Manchester United høvdu at fegnast um í málleysa javnleikinum móti Villarreal í gjárkvøldið. Men løtan var kensluborin, tá Cristiano Ronaldo varð skiftur inn fyri Ji-Sung Park. Ronaldo, sum er stórfavorittur at verða kosin heimsins besti spælari, var í alt summar partur av yvirskriftum, tí hann segðist vera ávegis til Real Madrid. Tann handilin varð tó av ongum, og sjálvur hevur spælarin verið uttanfyri eftir skurðviðgerð í øklinum. Men í gjárkvøldið fekk hann so fyrstu minuttirnar hetta kappingarárið.