Eg havi í teimum samrøðum, sum hava verið við meg um hesa góðu kanning, m.a. sagt,
- at eg ikki helt kanningina vera eftirfarandi
- at man hevur framleitt seg til eitt ávíst úrslit
- at nógvur veljarar verður stýrdur inn í ein bás, har teir ikki hoyra heima
- at spurningarnir ikki dekkaðu spektrið av sjónarmiðum
- at kanningin haltaði fakliga
- at kanningin var manipulerandi
Eg kann geva Jógvani Mørkøre rætt í tí, at júst hetta seinasta er at ganga hansara fakligu æru ov nær, men tað var ein viðmerking, sum kom í forleingilsi av atfinningunum. So at siga, at hon var manipulerað, tað vil eg viðganga, at tað var kanska at taka ov grovan til, men sanniliga haltaði kanningin fakliga nógv.
Í mínum aftursvari havi eg nakrar fakligar og nakrar politiskar viðmerkingar. Eg skal tó gera vart við, at mítt fakliga innlit avmarkar seg til leiklutin hjá einum leikmanni.
Um vit nú fyrst taka tann fakliga partin, so er mítt aftursvar hetta:
Vit hava síðan 1984 havt veljarakanningar, sum hava viðgjørt spurningin um okkara ríkisrættarligu støðu. Spurningarnir og terminologiin hava stórt sæð verið eins øll árini. Tað hevur so ført við sær, at tann spurdi er fortróligur við tað, sum hann verður spurdur um. Ein onnur avleiðing er, at tað hevur borið til at gjørt samanlíkningar millum ymsu kanningarnar, tí substansurin í kanningunum hevur verið tann sami. Og fyri tað triðja, so haldi eg, at í teimum spurningum, sum settir vóru tá, bar til hjá øllum teimum spurdu at finna ein svarmøguleika, sum lá teirra uppfatan nær. Tey vóru ikki noydd ella stýrd til annað svar.
Nú tá tit velja at broyta innihaldið av kanningini um ríkisrættarligu viðurskiftu okkara, so vat tað minsta man kundi kravt, at tit í einari presentasjón søgdu frá, hví mannagongdin og innihaldið var broytt.
Men tað, sum er fyri meg rættiliga prinsipielt er, at man spyr fólk uttan at hava givið fólki svar upp á , hvat fullveldi merkir fyri gongdina í samfelagnum. Ikki eitt orð um, hvønn møguligan prís eitt fullveldi fær.
Hetta kunnu tit av góðum grundum ikki svarað teimum, tí tit vita tað eins lítið og vit onnur. Men at fullveldið fær fylgjur, tað vita vit. Men í spurninginum hjá tykkum er spurningurin meira ella minni romantiseraður. Er tað so yvirhøvur fakliga rætt at seta ein slíkan spurning? Er tað ikki ov tíðliga at koma við slíkum spurningum i einari kanning?
Tá tú sigur, at tað ikki ber til at spyrja fók, hvussu tey vilja atkvøða við eina fólkaatkvøðu um ein sáttmála, tí tey ikki kenna innihaldið av sáttmálanum, so er tað skilagott. Men tey kenna heldur ikki innihaldið av fullveldinum. Har haltar tín argumentasjón.
Fert tú út á vegin og spyr fólk, um tey ynskja skattalætta, so svara øll sjálvandi ja. Men spyrt tú tey, tá tú fyrst hevur greitt teimum frá, at skattalættin eisini merkir ein niðurskurð av almennum tænastum, so vilja neyvan eins nógv svara ja. Tvørturímóti.
Annars er ein grundregla innan hagfrøði, at um eitt úrslit víkir alt ov nógv frá tí, ein hevði væntað, so má tann fakligi leiðslubólkurin kannað eftir, um nakað skeivt er farið fram. Tey 20% til 24%, sum tóku undir við loysingini, er nú vorðin 54%, sum ganga inn fyri fullveldi. Er metodikkurin skeivur, ella er spurningurin, sum settur er, skeivur? Ella eru fortreytirnar fyri røttum svarum til staðar.
Tí hevði tað uttan iva eisini verið rætt við einari fakligari viðmerking frá tykkum, tá ið úrslitið varð framlagt. Eingin ivi um, at tit áttu at kunna funnið faklig fyrivarni. Men tey hoyrdu vit einki til, hví?
Taka vit síðan tann politiska partin, so eru viðmerkingar mínar hesar:
Tú sigur í greinini, at politiska soldingin er farin fram, og tí er bert relevant at spyrja um tað, sum er ætlan landsstýrisins.
Hetta má sigast, at vera ein rættiliga grunn og ódemokratisk niðurstøða. Tað liggja í løtuni í tinginum tvey uppskot. Fullveldisuppskotið hjá landsstýrinum við møguliga 18 atkvøðum aftanfyi seg, og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum við møguliga 14 atkvøðum aftanfyri seg. Hvør er tað, sum skal solda onnur uppskot frá. Er tað samfelagsdeildin ella er tað Føroya Løgting?
Í løtuni fara tingingar fram millum landsstýrið og andstøðuna um møguleikarnar fyri einari semju, og í løtuni fer fram í uttanlandsnevndini eisini ein viðgerð, sum í fyrsta lagi roynir at finna fram til eina semju.
Men semjan krevur, at partarnir flyta seg. Men við veljarakanningini brýtur tú inn í eina parlamentariska og demokratiska prosess, tí tú soldar frá, áðrenn politikararnir eru komnir til somu niðurstøðu. Og veljarakanning ger, at samgongan styrkt av úrslitinum er munandi minni kompromissøkjandi, enn hon annars vildi verið. Hví skulu teir slaka fyri andstøðuni, tá teir hava 54% við sær? Kanningin hevur givið landsstýrinum ein falskan tryggleika.Og hetta kann føra til tað, sum m.a. Høgni Hoydal hevur ávarað ímóti, nevniliga at vit fáa aftur tveir blokkar í hesum máli.
Tí átti spurningurin tit settu fólki at verið munandi meira opin, enn hann var. Tit skuldu sjálvandi givið fólki møguleikan at fingið ein svarmøguleika, sum lá teirra svarið nógv nærri. Ein svarmøguleika, sum er í tráð við politiska viðgerðarstigi. Tí eitt er vist, at ímillum tey 54%, sum siga seg taka undir við fullveldinum, har eru nakrir sambandsveljarar og nógvir javnaðarveljarar. Og í okkara flokki, har vilja fólk hava størri sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Tey nógvu av teimum svara tí ja, tí tey halda, at tað liggur nærmast, meðan sjálvandi onnur so hava sagt nei. Veit ikki-svarið er ikki tað, sum fellur fólki fyrst fyri at svara.
Annars vil eg fegin taka av tilboðnum um at luttaka í einum opnum kjaki um veljararakanningar, soleiðis sum tú mælir til Tað vil eg fegin venda aftur til.
Jóannes Eidesgaard