Aftursvar til Jákup Sólstein

? formann í Føroya Reiðarafelag, til skriv hansara: »Rættleiðing til Ellint Abrahamsen«

Eg vil fyrst hervið afturvísa pástandin hjá Jákup Sólstein um, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag við undirritaða sum formanni ikki heldur gjørdar avtalur.
Tá sáttmálasamráðingaranr vóru í 1999, varð avgjørt at orða sáttmálarnar so eins sum til bar. Tað komst av tí, at sáttmálarnir vóru so ójavnir í orðalagi og eisini innihaldi, men skuldu teir ávísu brúkast til sama veiðihátt.
Í tí sambandinum sótu øll manningarfeløgini saman fyri at samanskriva sáttmálarnar. Eg hugsi, tað var ein leygardag, sum tær endaligu semingsroyndirnar byrjaðu mánamorgunin eftir. Tá segði eg við semingsmenninar John Rajani og Niels Sørensen, at broytingarnar vóru so víttfevnandi, og spurdi, um tað ikki bar til at avtala, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, at tað so skuldi vera møguleiki fyri at rætta slíkar villur. Til tað svaraðu semingsmenninir, at tað kom ikki upp á tal, tí tá tað er undirskrivað, so er undirskrivað. Sáttmálin varð undirskrivaður 12. januar 1999.
Í skrivi, dagfest 4. februar 1999, kom sendandi ein broyttur sáttmáli frá semingsmonnunum. Víst var í tí skrivinum á, at áðrenn undirskrivað varð, varð avtalað, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, og hesar onki høvdu við samráðingarnar at gera, so skuldu hesar rættast aftaná undirskrivan.
Tann pástandurin varð sjálvsagt afturvístur av Føroya Skipara- og Navigatørfelag, tí vit í FSN høvdu onga avtalu gjørt um at rætta orðingar aftaná undirskrivan, men høvdu hinvegin fingið greið boð um, at tá tað var undirskrivað, so var tað undirskrivað.
Inntil leygardagin 21. desembur 2002 hevur undirritaði skilt tað soleiðis, at pástandurin hevur verið um, at tað vóru feløgini sínamillum, sum høvdu avtalað, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, og hesar onki høvdu við samráðingarnar at gera, so skuldu hesar rættast aftaná undirskrivan, men nú sigur Jákup Sólstein í Dimmalætting og Sosialinum leygardagin 21. desembur 2002, at:
"Hann ( John Rajani ) setti tí sum treyt fyri at enda semingina, at partarnir samdust um, at tað skuldi verða møguligt eftirfylgjandi at " rætta møguligar villur og skeivar orðingar" Hetta vóru allir partar samdir um, og so varð undirskrivað.
Eg vil gera vart við, at eg hvørki kenni til treytina frá Semingsstovninum ella havi gingið undir hana.
Eg havi heldur ikki góðtikið eina avtalu millum partarnar um, at um villur ella skeivar orðingar høvdu sníkt seg inn í sáttmálan, so skuldu hesar rættast eftir undirskrivan.
Tað mesta av tí sum Føroya Reiðarafelag kallar fyri villur ella skeivar orðingar, tað er eftir míni metan, hvørki villur ella skeivar orðingar.
Hóast vit í FSN halda fast við, at eingin avtala varð gjørd við FR um at rætta møguligar villur ella skeivar orðingar, so er í skrivi frá FSN til Semingsstovnin dagfest 19. februar 1999 sagt, at:
"Um so er, at Semingsstovnurin kemur til ta niðurstøðu, at sáttmálin er soleiðis orðaður, at ikki ber til at brúka sáttmálan við tí orðalagi, ið brúkt er, so verður Semingsstovnurin hervið biðin um at vísa á, hvat tað møguliga er.
Um so er, so vilja vit í FSN vera við til at viðgera eina slíka møguliga villu."

Semingsstovnurin hevur ikki víst FSN nakrar villur, ið gera, at sáttmálin ikki kann brúkast við tí orðalagi, hann hevur. Tí var onki at tosa um.
Í FSN vóru vit so ósamdir við Semingsstovnin um tær rættingar, sum semingsmenninir vóru komnir við, at vit kravdu Semingsstovnin at taka tær aftur, men tað vildu semingsmenninir ikki. Vit vildu vera við til at ógilda undirskriftina, soleiðis at sáttmálin skuldi skrivast undir av nýggjum fyri at hava gildi, men tað vildu teir heldur ikki, hóast samskifti bæði í skrift og í talu.
Avgjørt varð tí at stevna Semingsstovninum, v/ John Rajani og Niels Sørensen, við kravi um, at teir, (semingsmenninir), vóru dømdir at viðurkenna, at teir ikki høvdu havt rætt til at gera tær broytingar, sum teir høvdu gjørt. Stevningin varð latin Føroya Rætti.
Semingsmenninir tóku játtandi til orðanna og soljóðandi dómur varð sagdur í málinum:

"Tí verður dømt:
Stevndi, Semingsstovnurin v/ John Rajani og Niels Sørensen, skulu yvirfyri stevnda, Føroya Skipara- og Navigatørfelag viðurkenna, at semingsstovnurin ikki hevur havt heimild til at broyta ásetingarnar í sáttmálanum, sum undirskrivaður var millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag tann 12.01.1999.

Joen H. Andreasen

Underskriftens rigtighed bekræftes.
Retten på Færøerne, den 10. maj 2001.

Eilen Vang,
kontorfuldmægtig"

Sostatt hevur semingsstovnurin viðurkent, at teir ikki høvdu heimild at gera rættingar i sáttmalanum, sum undirskrivaður varð 12. janur 1999. Dómur er eisini sagdur í málinum.

Tað vildi eisini verið ímóti øllum vanligum samráðingarsiði - og serliga tá Semingsstovnurin er uppi í samraðingunum-, um samráðingarpartar høvdu skrivað undir sattmála og síðani munnliga avtalaðu, at partarnir kunnu bara broyta skrivliga sáttmalan, um teir mettu, at okkurt var komið skeivt fyri. So hevði valdað fullkomin ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum. Tað minsta var, um broytingar skuldu gerast, at partarnir fyrst blivu samdir um broytingarnar og síðan skrivaðu undir gjørdu broytingarnar.
FR ikki so mikið sum bað um samráðingar við FSN um broytingarnar.
Um semingsmenninir høvdu rætt í tí, sum teir søgdu var avtalað, so var eingin orsøk til at taka játtandi til orðanna um, at teir ikki høvdu rætt til at gera tær broytingarnar, sum teir høvdu gjørt, tí ein munnlig avtala er líka bindandi sum ein skrivlig. Treytin er tó, at avtalan er gjørd.
Um semingsmenninar John Rajani og Niels Sørensen havi eg bert at siga, at teir, ta tíð, eg havi verið við til samráðingar, eru teir bestu semingsmenn, FSN hevur havt til seming, men í hesum málinum meti eg, at teir fóru skeivir. Men tað, sum Jákup Sólstein sigur, at teir høvdu sett sum treyt fyri at enda semingina, tað skal eg ikki lasta teir fyri, tí tað veit eg einki um, at teir hava sagt.
Eg kann ikki hugsa mær, at semingsmenninir í dag pástanda, at treytin fyri at enda samráðingarnar var tann, sum Jákup Sólstein sigur, tí tað er ikki ein treyt, sum FSN var vitandi um og ei heldur er gingin undir.