Lars Emil Johansen og Kubik Kleist vórðu afturvaldir. .
Tey bæði grønlendsku umboðini í Fólkatinginum eru tey somu sum undan valinum.
Á listanum hjá Siumut varð Lars Emil Johansen afturvaldur, og veljararnir hjá Inuit Ataqatigiit gjørdu eisini av at velja Kubik Kleist aftur í Fólkatingið.
Siumut hevði eitt gott val og fekk 33,6 prosent av atkvøðunum. Lars Emil Johansen segði gjáranáttina, at valúrslitið er ein viðurkenning av arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum, sum teir báðir manna saman við Høgna Hoydal.