Nógv tingfólk tóku orðið, tá ið Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, setti spurning til landsstýriskvinnuna í mentamálum um public service sáttmálan og trúvirðið hjá Kringvarpinum annars.
Heðin Mortensen segði, at hann ikki kundi koyra alt Kringvarpið í ein pott, tí har arbeiða nógv dugnalig fólk, men tá ið tað sum nú vísir seg, at nógv fólk ikki kenna seg trygg við summi tíðindafólk, so eigur hetta at eftirhyggjast.
Bæði Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, Bill Justinussen, Miðflokkurin og Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, heldur tað var gott at hetta kjak verður tikið upp, sjálvt um talan er um eina 3. viðgerð, og tá er ikki vanligt orðaskifti.
- Nú hevur ongin public service sáttmáli verið síðani 2013, so eg síggi hetta sum ein møguleika hjá okkum at seta okkara krøv fram, segði Heðin Mortensen.