Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, slapp livandi frá einari bumbuatsókn at honum í býnum Hamadan, tá hann var á veg at halda eina røðu. Tað skrivar Reuters- tíðindastovan.
Sagt verður, at ein maður tveitti eina heimagjørda bumbu eftir bilafylginum hjá forsetanum, og sambært tíðindunum vórðu fleiri tíðindamenn og starvsmenn hjá forsetanum særdir av spreingingini.
Álopsmaðurin varð tikin, og forsetin helt røðuna uttan at nevna tilburðin.
Ein almenn tíðindatænasta, sum málber seg á enskum, avsannar, at forsetin hevur verið fyri drápsroynd.