- Tað sær út, sum um Ísrael er hevjað yvir altjóða lóg.
Tað segði jordanski uttanríkisráðharrin, Ayman Safadi, í kvøld eftir fundin í trygdarráðnum hjá ST.
Reuters veit at siga, at trygdarráðið samdist ikki um at krevja vápnahvíld í krígnum millum Ísrael og Hamas.
Uttanríkisráðharrin í Jordan gjørdi greitt, at tað er skyldan hjá altjóða samfelagnum at enda tað, hann rópti "ísraelska kríggið móti palestinarum".
Eftir Hamas-álopini á Ísrael hin 7. oktober, har 1400 fólk lótu lív, upplýsa myndugleikarnir í Gaza, at her hava 5700 fólk latið lív í umfatandi ísraelsku álopunum á Gazageiran.
Ayman Safadi ávaraði um dupultmoral í handfaringini av stríðnum millum Ísrael og Hamas. Sama gjørdi uttanríkisráðharrin í Saudi Arabia, Faisal bin Farhan Al Saud, prinsur.
- Dupultmoralurin fer at hava ræðuligar avleiðingar við sær - avleiðingar, sum verða verri enn kreppan, sum er í dag, segði Faisal bin Farhan Al Saud eftir fundin í trygdarráðnum hjá ST.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi í kvøld.