Aktivistar geva løgmanni gávu

Týskur umhvørvisfelagsskapur ynskir løgmanni til lukku við runda degnum og gevur honum týska landsliðstroyggju í føðingardagsgávu

 

Kaj Leo Holm Johannesen fyllir 50 ár í dag, og hann hevur á Facebook fingið nógv lukkuynski.

Eitt av teimum er frá Jürgen Ortmüller, sum er leiðari fyri umhvørvisfelagsskapin WDSF, ið var í Føroyum á ólavsøku og mótmælti grindadrápinum.

- Góði løgmaður, til lukku við føðingardegnum. Hóast vit hava ymisk sjónarmið um grindadrápið, virða vit teg og títt fólk. Vit vilja geva tær eina týska landsliðstroyggju við tínum navni á í føðingardagsgávu. Troyggjan verður tøk í september, og tá senda vit tær hana við posti, skrivar Jürgen Ortmüller á veggin hjá løgmanni.