Umleið 137 aktivistar, sum høvdu verið varðhaldsfongslaðir av Ísrael fyri at hava luttikið í einum skipafylgi við neyðhjálp til Gaza, komu til turkiska býin Istanbul í gjár eftir at hava verið burturvístir. Fleiri teirra siga, at svenski veðurlags- og mannarættindaaktivisturin, Greta Thunberg, varð illa viðfarin, meðan hon varð varðhaldsfongslað í Ísrael.
Turkiski journalisturin, sum var við í skipafylginum, Ersin Celik sigur við lokalar miðlar, at hann sá ísraelskar hermenn noyða Thunberg at grulva og kyssa ísraelska flaggið. Tað veit Al Jazeera at siga frá.
Samstundis siga malaysiski aktivisturin Hazwani Helmi og amerikanski aktivisturin Windfield Beaver við tíðindastovuna Reuters, at tey eisini vóru vitni til, at Thunberg varð illa viðfarin.
Sambært teimum varð hon skumpað runt og noydd at bera ísraelskt flagg.
- Tað var ein katastrofa. Tey fóru við okkum sum djór, sigur Hazwani Helmi.
Windfield Beaver sigur, at Thunberg varð "brúktur sum propaganda".
Ísrael hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til nýggju ákærurnar, men uttanríkisráðið hevur áður avvíst pástandum um illgerð móti handtiknum sum "lygnir", skrivar Reuters.
Ísraelski herurin steðgaði øllum teimum 40 bátunum í fylginum og varðhaldsfongslaði fleiri enn 450 aktivistar.
Á sosiala miðlinum X skrivaði ísraelska uttanríkisráðið síðani, at allir fangar eru "tryggir og hava tað gott", og at tað vil fremja tær útflytingarnar, sum eru eftir, "skjótast gjørligt".
Í eini serligari fráboðan ákærdi ráðið nakrar av aktivistunum fyri at hava "tilætlað forðað" útvísingartilgongdini, uttan at fara í smálutir.
Flotin, sum fór avstað seinast í august, var nýggjasta royndin hjá aktivistum at bjóða ísraelsku sjóverjuni av Gaza av, har Ísrael hevur ført kríggj síðani deyðiligu álopið hjá Hamas 7. oktober 2023.
Ísraelsk embætisfólk hava fleiri ferðir fordømt uppgávuna sum eitt "stunt" og ávarað ímóti at bróta "lógligu sjóverjublokaduna".
Í gjár váttaði svenska uttanríkisráðið fyri svensku tíðindastovuni TT, at Greta Thunberg framvegis er varðhaldsfongslað í Ktzi'ot-fongslinum í Negev-oyðimørkini har suðuri í Ísrael.
Advokaturin Sena Eliküçük, sum umboðar fleiri av svensku aktivistunum úr flotanum, sigur við TT, at hon fer at leggja kæru móti Ísrael til ST fyri brot á mannarættindini hjá aktivistunum.
Sena Eliküçük hevur tosað við vitni, sum hava greitt frá, hvussu millum annað Greta Thunberg varð viðfarin, meðan hon varð varðhaldsfongslað.
- Tey siga, at Greta Thunberg varð drigin eftir hárinum og noydd at mussa ísraelska flaggið. Hetta eru álvarsligar ákærur, sum skulu kannast, sigur hon við TT sambært SVT Nyheter.