Albert er bjartskygdur

Nýggi ÍF venjarin, Albert Ellefsen, vandi fyrstu ferð saman við ÍF hóskvøldið, og í dag skal hann fyri fyrstu ferð hava ábyrgdina, tá íð ÍF vitjar á Sandi.

- Eg havi longu staðfest, at tað eru nógvir evnaríkir spælarar í Fuglafirði. Har eru fleiri útlendingar, sum eg av góðum grundum ikki kenni so nógv til. Serliga hugaligt er tað, at har eru so nógvir ungir spælarar, sum eru uppvaksnir í ÍF. Stórir møguleikar fyri menning eru í teimum. Nú ræður um at syrgja fyri, at plássið í bestu deildini verður varðveitt, og tað rokni eg við fer at eydnast, sigur Albert Ellefsen.

Hvat hevur tú við so stuttum skotbráði møguleika at gera?

- Fyrst og fremst at fáa spælararnar at trúgva upp á, at tað ber til. Tað er ógvuliga avgerandi, at lagið verður gott. Um teir sunnudagin vísa tað, sum eg eri vísur í, at teir megna, so fer tað so fer tað at gangast væl.

Atli Petersen hevur ikki vant seinastu vikurnar. Hann var aftur til venjing í hóskvøldið. Nenad Saric hevur í vikuni havt trupulleikar við lærkrikanum.

Hjá B71 er Símin Hansen er leikbannaður eftir reyða kortið síðsta sunnudag. Álopsspælarin Gudmund Nielsen hevur orsaka av knæskaða verið uttanfyri. Hann hevur vant saman við hinum í hesi vikuni.

- Í fjør varð myndin skjótt greið eftir summarsteðgin. Soleiðis er tað ikki í ár. Eg kenni tað soleiðis, og tað vísti úrslitið hjá okkum í Gøtu eisini, at tað er møguleiki at taka stig frá øllum, og tað ger tað bara uppaftur meiri spennandi, staðfestir B71 venjarin Eli Hentze.