ÍF - NSÍ 3-3 (0-1)
Tað restaðu 23 minuttir í øllum regninum í Fuglafirði, tá ið eyðsýndi NSÍ miðvallarin Árni Frederiksberg við frísparki sendi bóltin framvið Jákupi Mikkelsen í ÍF málinum. Veteranurin noyddist fyri triðju ferð í meskarnar eftir bóltinum, og tá ið støðan harvið var 3-0 til NSÍ, so var einki forgjørt í, at teir av Skálafjørðinum tevjaðu fulla úrtøku, hóast eisini teir kenna nýggju søguna um ÍF, sum eftir lítlari løtu vendi 0-3 til 3-3 á heimavølli ímóti KÍ og sum við Stórá í Trongisvági eftir lítlari løtu vendi 0-2 ímóti TB og til 2-2 og eisini stríddi seg til javnleik í Gundadali, eftir at hava ligið undir ímóti B36, sum so javnaði til 2-2.
ÍF vildi ikki geva skarvin yvir. Í handavend minkaðu fuglfirðingar um munin til 2-3. Tá restaði eitt korter. Albert Ellefsen sendi miðverjan Bartal Eliasen fram í álopið, har hann saman við Clayton Soares og Øssuri Dalbúð arbeiddi hart fyri at vinna bóltin eftir at langar og høgar sendingar vórðu lagdar í brotsteigin, og við síðsta sparkinum – fýra minuttir eftir at vanliga leiktíðin var farin – eydnaðist tað. Clayton Soares, sum hevur sitið skaddur uttanfyri, og sum higartil í ár ikki hevur rokkið avrikunum og málunum í fjør, fekk tak á bóltinum og setti hann fram við Kristiani Joensen í NSÍ málinum.
So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Fagnaðurin millum teir reyðu og heimafólkið var stórur. Tað var týðuligt, at kenslan var, at ÍF hevði vunnið eitt stig. NSÍ spælararnir stóðu sum kánus. Tað var týðuligt, at teir fóru undir tak við kensluni av, at teir høvdu tapt tvey stig. Tað var ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, hvussu leikurin fór fram.
– Vit spældu fyri at vinna, og tað gekk sum eftir ánni, tá ið vit komu framum 3-0. Vit vistu, at ÍF fleiri ferðir hevur megnað at svara aftur, og vit ætlaðu ikki at taka okkum aftur á vøllin. Kanska fluttu vit okkum eitt vet longri aftur, enn vit frammanundan høvdu verið, men tað var meiri, tí teir løgdu øgiligt trýst á. Høgni Madsen skoraði eitt gott mál beinleiðis upp á fríspark, og so fingu teir orduliga mót av nýggjum. Teir royndu við longum sendingum í brotsteigin. Tað áttu vit at megna ímóti teimum, men vit mugu bara staðfesta, at tað megnaðu vit ikki nóg væl, og tí endaði tað 3-3, sigur NSÍ miðverjin Pól Jóhannus Justinussen.
NSÍ miðverjin og liðfelagarnir høvdu neyvan verið so misnøgdir, um tað undan dystarbyrjan varð roknað við einum stigi í úrtøku, men tá ið nú tað gekk, sum tað gjørdi, so er lætt at skilja, at teir vóru vónnbrotnir.
Grætur og grínur
ÍF venjarin Albert Ellefsen hevur seinastu ferðirnar upplivað eitt sindur av hvørjum, tá ið liðið hjá honum er komið í bratta mótbrekku, sum tað í síðstu løtu hevur megnað at sleppa undan, og soleiðis var tað aftur ígjár:
– Eg veit ikki, um vit skulu gráta ella grína. Tá ið støðan var 3-0, sá tað avgjørt ikki væl út. Vit eru ikki nóg góðir í eftiransingunum í sambandi við deyðbóltsstøður, og tað kostar tvey mál hesa ferð. Tað er ikki nóg gott og at gráta yvir, sigur ÍF venjarin, sum so rósar sínum monnum:
– Tað boðar frá góðum mentaliteti og nógvari orku, at vit enn eina ferð megna at svara afur. Høgni Madsen skoraði eitt flott mál, so trúgva vit upp á tað, og málið hjá Bartali er uppaftur flottari. At tað so eydnast Clayton at javna við síðsta sparkinum er bara prikkurin, heldur ÍF venjarin.
Tað hevði verið lættari, um tað eydnaðist tykkum at leggja tykkum framum?
– Sjálvandi. Tað hevði verið so nógv lættari, um vit dugdu at brúka orkuna frá fyrsta bríksli av, og um tað hevði eydnast okkum at skora fyrsta ella tey fyrstu málini.
Hvussu verður nú?
– Vit eru framvegis við í kappingini. Eg hevði roknað við, at HB fðór at vera nógv best, og soleiðis vísir tað seg at vera. Eg hevði eisini roknað við, at tað fór at verða tætt í kappingini millum 2. og 7. plássið. Nú vísir taðseg at vera tætt í kappingini millum plássini millum tvey og átta, meðan 07Vestur og AB eru aftari. Vit arbeiða nógv og miðvíst, og nú vóna vit, at tað fer at vera betri fyrra partin av dystunum, enn tað hevur verið seinastu ferðirnar, sigur ÍF venjarin.