Alivinnan kennir seg órættvíst viðfarna

Tað er órættvíst, at arbeiðarafeløgini serliga skulu leggja eftir alivinnuni, sum er so viðbrekin, og sum í flestu førum gevur hægri løn enn sáttmálin krevur, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag

 

Tað gongur so dánt at røkja alibrúkini, sum liggja í verkfalsrakta økinum, men fólk, sum varða av alivinnuni, halda, at verkfallið rakar tey órættvíst.

? Alivinnan er ein eym vinna og krevur góða røkt. Í løtuni klára vit so nøkunlunda at røkja alibrúkini, men stundum mangla vit tænastur, sum vit hava fyri neyðini, sigur Hans Jacobsen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag.

? Tað er órættvíst, at tað verður serliga lagt eftir alivinnuni, tá hendan vinnan er so viðbrekin og letur løn, sum oftast er væl omanfyri grundlønina hjá arbeiðarunum, sigur hann.

Hans Jacobsen sigur, at arbeiðsfólkið hjá alarunum fáa góða løn, tí arbeiðið er strævið og týdningarmikið.

? Eitt er at fiskavirkini verða løgd, men støðan er ein onnur hjá alarunum, tí verður fiskurin ikki allatíðina røktur, so kann tað fáa avleiðingar, tá hann skal takast, sigur Hans Jacobsen.


Órímilig tiltøk

Stjórin á Vestsalmon tekur undir við hesum sjónarmiði, og hann heldur, at lønarstríðið í grundini einki hevur við alararnar at gera.

? Vit gjalda arbeiðsfólkunum á alibrúkunum løn, sum er á hædd við handverkaraløn, og tí kann tað tykjast løgið, at vit verða raktir av hesum verkfalli, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon.

? Eg skilji, at framleiðslan verður steðgað, men hinvegin er tað órímiligt, at vit ikki sleppa at røkja alibrúkini. Øll djór mugu røkjast, tí annars endar galið, og gongur hetta verkfallið útyvir fiskin hjá okkum, so kemur tað veruliga at kosta.

Eini 150 arbeiðsfólk hjá Vestsalmon eru í verkfalli, men Vestsalmon fær í løtuni røkt alibrúkini nøkunlunda. Støðan er tó trupul og kann versna.

? Í løtuni eru tað arbeiðsformenninir, sum eiga lívið í fiskinum, tí teir gera eitt risastórt arbeiði, nú verkfallið er, sigur Frímund Hansen.

Vestsalmon legði nógv fóður inn undir seg, áðrenn verkfallið byrjaði, men dregur verkfallið út, kann fóðri eisini gerast ein álvarsamur trupulleiki.

? Best hevði verið, um vit sloppu undan verkfalli, men vit kunnu ikki gera av, hvar arbeiðsfólkið hjá okkum er organiserað, sigur Frímund Hansen.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá formanninum í Føroya Arbeiðarafelag fyrrapartin í gjár.