Tað er nú greitt, at 35 ára gamli Allan Mørkøre, sum vit øll kenna frá hansara tíð á landsliðnum og annars frá toppfótbólti í Føroyum gjøgnum mong ár, skal vera venjari hjá AB komandi kappingarár.
Allan hevur spælt á hægsta støði í føroyskum fótbólti í nógv ár, og eisini hevur hann roynt seg sum yrkisleikari í íslendska IBV. Gjøgnum hesi mongu ár hevur hann eisini fingið eina rúgvu av royndum, og tað koma teir av Argjum at fáa góðan av, eftir hetta kappingarár.
Á heimasíðuni hjá AB stendur at lesa at tað er ein lítil dreymur, sum nú er vorðin veruleiki, hjá Allani.
- Eg havi altíð havt hug at gerast venjari, og ongantíð betur, at tað nú skuldi gerast í einum felagi, ið er so positivt, leggur hann afturat.
Allan Mørkøre, saman við øðrum góðum monnum, mugu flest øll kenna aftur frá landsliðnum sum vann hin tiltikna sigurin í 1990 móti Eysturríki, við stórskjúttanum Toni Polster á odda. Tað eru 17 ár liðin síðan hetta bragd var framt, og Allan spælur enn á hægsta stigi í føroyskum fótbólti. Hetta sigur ikki heilt so lítið um klaksvíkingin, sum nú skal royna at lyfta AB upp aftur í bestu deildina.
- Eg ætli mær at gera mítt besta til at náa málinum, sum er at fáa AB upp aftur.
Eftir so mong ár í fótbólti er eyðsæð, at vitanin, Allan hevur um ymisk viðurskifti innan fótbóltsheimin, er almikil. Hetta hava teir sæð á Argjum og tessvegna bjóða honum starvið sum venjari hjá felagnum á Hamrinum.
Allan hevur onga venjaraútbúgving, men sigur seg fara at byrja at taka tað sum krevst, tá FSF skipar fyri hesum í januar.