Allan til B36

Leygardagin boðaði leiðslan í B36 frá, at Kurt er nýggjur venjari hjá liðnum, og í morgunsendingini hjá Útvarpinum í morgun segði Kurt sjálvur, at Allan skal hjálpa honum í venjarstavinum.
- Men eg vil hava hann at spæla eisini, segði Kurt.
Kurt Mørkøre ætlar sær ikki at spæla sjálvur. Hann verður bara venjari, og hann kemur til Føroya hálvan januar.- B36 skal spæla meira álopssinað næsta ár, og liðið skal skora meira mál enn í ár, segði Kurt við Útvarpið.