Allar í líka klæðum

Arna var í gjár ein túr í býnum við elstu dóttrini og yngru tvíburunum. Allar vóru tær í føroyskum klæðum við sama liti og sama sniði.

Arna Dam Clementsen er av Sandi, men býr í Hoyvík saman við sjeikinum og dóttrini Kristvør, 3, og tvíburunum Hervør og Ásvør, 1.

- Sjeikurin siglir úti, so hann fekk ikki verið við í ár. Í staðin eru eg og døturnar farnar ein túr í býin við systir míni, sum hjálpir mær, sigur Arna.

Mong í Føroyum eiga í dag føroysk klæði, men fá eiga so gjøgnumførd klæði sum Arna og døturnar, sum allar hava somu litir og sama snið.

- Klæðini eru spildurnýggj. Omma genturnar hevur bundið klæðini til genturnar. Tað smarta við klæðunum hjá teimum er, at tey eru í einum stykki, so tær eru nemmar at lata í og úr. Míni klæði fekk eg frá mammu míni í fjør, sigur Arna, ið heldur føroysk klæði vera vøkur, men ikki so praktisk.

Í gjár vóru Arna og genturnar ein túr í tivoli og royndu ymiskt til børnini umframt at ganga aftur og fram.

- Tað besta við ólavsøkuni er at síggja øll møgulig fólk. Eisini er tað deiligt, at ólavsøkan er í Havn, sigur Arna.