Tað verður neyðugt at játta IRF 2,4 milliónir krónur beinanvegin fyri at tryggja, at tey framhaldandi fáa tikið ímóti spillolju.
Tað heldur Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Og tí hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta pengarnar.
Spilloljuverkið hjá IRF tekur ímóti umleið 4.300 rúmmetrum av spillolju og oljudálkaðum vatni, um árið.
Á verkinum verður oljan reinsað og seld til endurnýtslu. Men av tí at stórur keypari er fallinfrá, hava inntøkurnar ikki verið tær somu sum undanfarin ár, og tí manglar peningur í til at reka spilloljuverkið tað, sum eftir er av árinum
Tí er alneyðugt at tryggja, at verkið ikki liggur stilt restina av árinum, tí óvist er, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, heldur løgtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin.
Ein avleiðing kann vera, at IRF gevst at taka ímóti spillolju í eina tíð. Og tann álvarsamasta avleiðingin av tí, er at so kann oljan enda á sjónum, leggur hon afturat.
Les eisini: Kann enda við ringastu umhvørvisdálking í Føroya søgu
Tí heldur hon, at tað verður neyðugt at finna eina loysn, har útlendsk skip, og Tórshavnar Kommuna, eisini gjalda ein part av kostnaðinum, Men hon ásannar, at tað tekur sína tíð at fáa semju um eina nýggja skipa og tí heldur hon, at tað er neyðugt at fíggja virksemið tað, sum eftir er av árinum
IRF metir, at tað eru umleið 1.500 rúmmetrar av spillolju, sum skulu takast ímóti, og burturbeinast, restina av árinum.
– Spilloljureinsiverkið hjá IRF hevur riggað væl og er ein góð fyrimynd fyri, hvussu vit skulu fáast við burturkast í eini burðardyggari framtíð, sigur Ingilín D. Strøm og tí vil hon hava Løgtingið at samtykkja at játta 2,4 milliónir til endamálið.
Annars hevur IRF longu søkt landsstýrið um pengarnar, men landsstýrið vildi ikki ganga umsóknini á møti.