Allir føroyingar eru hjartaliga vælkomnir

? Eitt sum eg leggi til merkis, er, at føroyingar framvegis eru gestablíðir og hjálpsamir. Føroyingar geva sær altíð tíð til at seta seg niður og práta við fólk, sigur Eirný Ásgeirsdóttir, ið er dagligur leiðari á Ørkini í Reykjavík

Í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík er nógv í at velja. Á Laugarvegnum, sum er høvuðsgøtan, liggja mat- og kaffistovurnar á hvørjum horni. Tað eru eisini nógv støð at búgva í, tá tú vitjar í høvuðsstaði íslendinga. Kappingin millum tey stóru gistingarhúsini Esja og Borg er stór, og íslendska Flugleiðir er nú farið at gera pakkaferðir, har ferðafólkini búgva á hotellinum hjá flogfelagnum.

Mitt í øllum hesum rokinum í einum býi, sum fyrireikar seg til túsund ára skiftið, liggur eitt føroyskt sjómansheim.

Koyrir tú eitt sindur niðan frá miðbýnum, kemur tú til eitt sermerkt bygt hús, og yvir hurðini stendur Færeyska Sjómannaheimilið Ørkin.

Brautarholt 29 er bústaðurin hjá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík, og haðani eru bert góðir tíggju minuttir til gongu oman í miðbýin.

Eirný Ásgeirsdóttir er dagligur leiðari á Ørkini, og hon greiðir frá søguni um húsið:

? Tað, sum teir flestu íslendingar minnast, var gamla Sjómannastovan, sum var her í Reykjavík. Fyrr arbeiddu nógvir føroyingar í Íslandi, og tað var stórur tørvur á eini tílíkari stovu. Tað hevði týdning fyri føroyingar at hitta aðrar føroyingar og frætta tíðindi heimanífrá.

Tað gjørdist skjótt greitt, at Sjómannastovan var ov lítil, og í 1978 byrjaði arbeiðið við at gera eitt føroyskt sjómansheim í Reykjavík. Eitt stórt innsavningararbeiði varð sett í verk, studningur varð fingin úr Føroyum, og fyrsta í áttatiárunum stóð fyrsti parturin av húsinum liðugur.


Sjálvboðið arbeiði

Hetta arbeiðið var fyri tað mesta sjálvboðið. Heilar familjur fóru til Reykjavíkar í summarfrí ? tey búðu í tí partinum, sum stóð uppi, meðan tey arbeiddu við at byggja restina.

Her nevnir Eirný Ásgeirsdóttir Jens og Mariu Petersen úr Suðuroy, sum hava verið í Reykjavík síðani einaferð í fimtiárunum, og Jákup og Justu Mortensen. Jákup Mortensen var formaður í bygginevndini, meðan kona hansara Justa var forkvinna í kvinnuringinum, sum altíð hevur havt tætt samband við Ørkina.

? Øll hesi fólkini høvdu ein dreym um at fáa húsið upp at standa ? her skuldu føroyingar kenna seg heima og hava tað gott. Her skuldu sjómenninir kunna koma og kenna seg eitt sindur sum heima í Føroyum, tá teir høvdu verið leingi burturi heimanífrá, sigur Eirný Ásgeirsdóttir.

Størsti parturin av húsinum, sum tað sær út í dag, er rættiliga nýggjur. Hetta er eitt sermerkt byggisnið, og tað tók langa tíð at byggja, men í 1991 var húsið so vígt.


Triði leiðarin

Fyrstu árini vóru Símun og Elin Hansen úr Skopun leiðarar. Tey gjørdu eitt gott arbeiði, ikki minst tí tað altíð er torført tey fyrstu árini, tá gongd skal fáast á. Eftir Símun og Elina vóru Jákup og Rósa Hansen, eisini úr Skopun, leiðarar í trý ár, og fyri tveimum árum síðani bleiv Eirný Ásgeirsdóttir leiðari.

Hon er ikki føroyingur, og sjálv sigur hon, at tað einasta sambandið, hon hevur við Føroyar, er, at hon kennir nógv fólk hiðani.

? Tað byrjaði við, at eg hjálpti eitt sindur til onkuntíð, m.a. sum náttarvørður. Tá Rósa og Jákup góvust, royndu tey at fáa onkran annan føroying sum leiðara. Men tey fingu bert fólk við stórum familjum, og hetta er helst ikki eitt arbeiði fyri familjufólk, eftirsum tað er nátt- og dagarbeiði, sigur Eirný Árgeirsdóttir.

? Sjálv haldi eg eisini, at tað kanska hevði verið betri, um ein føroyingur var leiðari, men eg haldi meg merkja, at føroyingar eru glaðir fyri at koma her.

Eirný vísir á, at tað hevði verið allarbest, um tað hevði borið til at havt tveir leiðarar á sjómansheiminum ? ein føroyskan og ein íslendskan.

? Men vit mugu hjálpast við tí fólkinum, vit hava. Hetta arbeiðið hevur eisini givið mær nógv ? eg kenni betur føroyingar og føroyskan hugsunnarhátt. Eitt sum eg leggi til merkis, er, at føroyingar framvegis eru gestablíðir og hjálpsamir. Tað hava íslendingar tíverri mist eitt sindur av. Her í Reykjavík skal alt ganga so skjótt fyri seg. Her eru ikki so góðar stundir, men føroyingar geva sær altíð tíð til at seta seg niður og práta við fólk, sigur hon.

? At enda vil eg bert siga, at allir føroyingar eru hjartaliga vælkomnir á føroyska sjómansheimið í Reykjavík ? hetta er tykkara hús.