Allir klárir uttan ein

Ein miðvallarin vandi ikki við í dag – og er ivasamur

Heini Vatnsdal var tann einasti av føroysku spælarunum, sum ikki vandi við í dag, tá føroyska liðið hevði sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Portugal, sum verður í annaðkvøld.

 

Les eisini: Sleppa ikki at síggja Ronaldo venja

 

Vágbingurin í Fremad Amager meiddi sær fótin í eini takling til venjing í gjár. Hann hevur so mikið ilt í fótinum, at tað var ikki hugsingur um at venja í dag.

 

- Allir spælarar eru klárir uttan Heini Vatnsdal, sum bleiv skaddur til venjing í gjár. Vit vita ikki hvat status er við honum í løtuni, sigur Lars Olsen.

 

Lars Olsen hevur annars havt eina ætlan um at fáa spælt hann í á verjukenda miðvøllin, men tað hevur ikki eydnast at síggja Heina spæla meiri enn nakrar fáa minuttir móti Ungarn.

 

Bárður J. Hansen verður eisini kannaður nakað nærri við økslini, men sannlíkt er, at hann er tøkur til dystin í morgin.