Í 1980’unum var hann víðakendur sum franski kaffistovueigarin René Artois í sjónvarpsrøðini ’Allo ’Allo! Nú skrivar BBC, at sjónleikarin Gorden Kaye er deyður 75 ára gamal.
’Allo ’Allo! Varð víst kring Europa og aðrastaðni frá 1982 til 1992. Sjónvarpsrøðin gekk fyri seg á og kring kaffistovuna hjá René Artois undir seinna heimsbardaga, har René støðugt hevði týskar hermenn á vitjan, samstundis sum hann hjálpti fronsku mótstøðufólkunum. 84 partar vórðu gjørdir av ’Allo ’Allo!, og flestu teirra vórðu eisini sendir í føroyskum sjónvarpi.
Carmen Silvera, sum spældi kona René Artois, doyði í 2002, og Richard Marner, ið spældi týski heryvirmaðurin Oberst Von Strohm, doyði í 2004.
Gorden Kaye búði á einum ellisheimi, har hann doyði í morgun.
- Gorden Kaye var ein framúrskarandi sjónleikari, og hansara leiklutur sum René Artois hevur givið honum eitt pláss í Hall of Fame hjá skemtistjónvarprøðu, sigur Shane Allen, leiðari fyri BBC Comedy.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hygg eftir broti úr 'Allo 'Allo!