Altjóða vinnustevnan FaroExpo, sum verður hildin í Runavík í døgunum 25.-28. oktober, hevur nógv áhugavert at bjóða luttakarunum. Umframt partneriatið, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík, verður eisini ein almenn ráðstevna í Løkshøll.
Almenni parturin verður hildin mikudagin 27. oktober frá klokkan 13 til 16.30.
Felagsheitið á fyrilestrarrøðini í ár er ?Lønandi fiskivinna.
Fýra fyrilestrarhaldarar fara at mynda ráðstevnuna.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur og doktari í toski undir Føroyum, fer at røða um evnið ?Fiskivinna ? nytta ella ónytta?.
Pól Huus Sólstein, stjóri á P/F Atlantic Pelagic, sum er útbúgvin eksportteknikari, fer at røða um evnið, hvussu virðisskapandi lønsemi kann økjast í vinnuni við at hava fokus á gagnnýtslu av allari rávøruni umframt at gera brúk av nýggjastu tøknini.
Hin skeivi fyrilesturin í ár verður hildin av Sjúrða Skaale, og her verður talan um undirhaldi við innihaldi, sum tikið verður til.
Sjúrður er útbúgvin samfelagsfrøðingur og er kendur bæði sum politikari og skemtari.
Atli Gregersen fer at halda seinasta fyrilesturin á almennu ráðstevnuni. Fyrilesturin hjá honum fer at snúgva seg um samanhangin millum veiðitrýst og veiði.
Nærri kunning og tilmelding um almenna partin av FaroExpo kann lesast á www.faroexpo.fo