Koyringin á Shanghai breytini gjørdist spennandi av teimum heilt galnu orsøkunum. Fyrstu nógvu umførini vóru sera lítið áhugaverd, við ongum, ið líktist yvirhálingum í fremra partið av flokkinum.
Óhappið skapti spenning
Men so loysnaði eitt vegdeksul á breytini, og Montoya, ið lá á fjórða plássi, koyrdi á tað og punkteraði. Trygdarbilurin kom á breytina. Montoya var tvær ferðir í pit, fyrstu ferð fyri at skifta dekkið, og síðan fyri at fáa bensin. Tú hevur ikki loyvið at gera hetta í sama pitstoppið. Hetta var longu endin á dreyminum hjá McLaren um heimsmeistaraheitið fyri lið. Hetta er einki minnið enn ein gøla, at ein vegdeksil kann fara leyst á eini breyt, har fólk koyra útvið 300 km/t., tað eigur ikki at henda.
Fyri Montoya gjørdist dagurin uppaftur verri - í somu løtu sum trygdarbilurin fór av breytini, fekk Montoya motortrupulleikar og noyddist at gevast.
Niðurslitin dekk
Men hetta var ikki einasta óhappið, á veg úr pittinum út at stilla bilin í byrjunarstøðuna, rendu Michael Schumacher og Christjan Albers saman. Báðir noyddust at byrja úr pittinum í eykabilunum. Hetta var klossutt og tápuligt, og sera menniskjaligt.
Albers kom ongantíð veruliga við í koyringina, og lá aftast alla koyringina. Michael Schumacher harafturímóti megnaði at koma eitt sindur frameftir. Hann var komin upp á tíggjunda pláss, tá hann knappiliga aftan fyri trygdarbilin snaraði runt av breytini og steðgaði upp. Hetta líktist eini koyrivillu frá roynda týskaranum. Hann greiddi aftan á koyringina frá, at dekkini vóru niðurslitin, og tá ein bilur beint frammanfyri honum bremsaði, royndi hann somuleiðis at bremsa, men bilurin fór at snara. Hann segði seg ivast í, um hann hevði megnað í mál á so slitnum dekkum.
Eldur í bilinum
Fernando Alonso vann koyringina, og varð ongantíð veruliga hóttur. Tvær ferðir hevði hann koyrt eitt stórt glopp niður til bilin á øðrum plássi, og tvær ferð kom trygdarbilurin á breytina og gloppið hvarv. Men hann megnaði alla tíðina at halda seg fremst.
Seinnu ferðina trygdarbilurin kom á breytina, var aftan á at indiski formel 1 koyrarin Narain Karthikeyan koyrdi av breytini við nógvari ferð, og bilurin rakti ein vegg. Bilurin endaði aftur á breytini har eldur kom í hann. Narain Karthikeyan var sitandi í bilinum, og nógv mundu halda ondina, tí tað er ongantíð hugnaligt at síggja, ein koyrara sita fastan í einum brennandi bili. Karthikeyan var eftir øllum at døma ikki greiður yvir eldin, tí aftan á eina løtu reisti hann seg og gekk óskalaður burtur úr óhappinum. Pulvur úr eldsløkkjarum og vrakpetti vóru um alla breytina, og uppruddingin tók eina góða løtu.
Revsing til Fisichella
Ralf Schumacher koyrdi eina sera trygga koyring, hann megnaði væl hjálptur av trygdarbilinum at fáa triðja pláss aftan fyri Kimi Räikkönen, sum koyrdi væl, men ongantíð veruliga trýsti Alonso. Giancarlo Fisichella lá leingi nummar tvey, men misti plássið í pittinum til Räikkönen. Hann fekk somuleiðis eina gjøgjumkoyringar revsing, fyri at koyra sera spakuliga inn í pittin, seinnu ferðina trygdarbilurin var á breytini. Hetta gav liðfelaganum Alonso ein fyrimun, og gjørdi at Fisichella ikki noyddist at bíða, meðan Alonso skifti dekk. Revsingin gjørdi, at Fisichella endaði á fjórða plássi. Henda revsing kemur eitt sindur óvænta, tí fyri nøkrum vikum síðan gjørdi Kimi Raikkonen, júst tað sama, uttan at fáa nakra revsing. Sambært motorkappingarfelagskapinum FIA, er orsøkin tann, at síðan Raikkonen gjørdi hetta, hevur felagskapurin gjørt greitt, at hetta ikki verður góðtikið, og er ósportligt.
Sato lítið sannførandi
Fyri Takuma Sato, ið koyrdi sína seinastu koyring fyri BAR-Honda, í seinastu koyring hjá BAR-Honda, var dagurin sum teir seinastu nógvu, øgiliga óheppin. Sato var ov ótolin og tjóvbyrjaði, hetta gav honum eina gjøgnumkoyringarrevsing. Eina løtu seinni koyrdi hann útav, soleiðis at nakrir koyrarar sluppu framvið honum. Miðskeiðis í koyringini fekk hann trupulleikar við gearunum, og noyddist at gevsast, og soleiðis endaði enn ein skuffandi dagur fyri japanska koyraran.
Úrslit á Shanghai breytini:
1. Fernando Alonso Renault 10
2. Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 8
3. Ralf Schumacher Toyota 6
4. Giancarlo Fisichella Renault 5
5. Christian Klien Red Bull Racing 4
6. Felipe Massa Sauber-Petronas 3
7. Mark Webber Williams-BMW 2
8. Jenson Button BAR- Honda 1
9. David Coulthard Red Bull Racing
10. Jacques Villeneuve Sauber-Petronas
11. Tiago Monteiro Jordan-Toyota
12. Rubens Barrichello Ferrari
13. Antonio Pizzonia Williams-BMW
14. Robert Doornbos Minardi-Cosworth
15. Jarno Trulli Toyota
16. Christijan Albers Minardi-Cosworth