Sunset-kappingin
Eftir bara fyrsta korterinum stóð longu 9-3 á máltalvuni, og tá mundi tað standa teimum flestu greitt, hvønn vegin tað bar.
Ikki tí, Stjørnan var stórfavorittur undan dystinum, og tær lótu heldur ikki nakran iva vera um hetta, tá dysturin varð blástur ígongd. Tær løgdu alt fyri eitt sjógv ímillum liðini, og eftir steðgin tóktist talan veruliga verða um stórsigur.
Eitt skifti vóru 12 mál á muni, men seinastu løtuna roteraði heimaliðið tó hampuliga nógv við spælarunum, og so slapp Søljan at pynta um.
Nerta oddasessin hjá Stjørnuni kundu tær tó ikki. Har halda klaksvíkskvinnurnar enn fast um góðu støðuna. Stóra styrkisroyndin í so máta verður, tá tær um eina viku skulu á vitjan hjá Neistanum. Tað líkist í verandi støðu einum dysti, sum meira ella minni avgerð, hvat av liðunum skal vera best fyri, tá farið verður undir FM-endaspælið.
Fakta um dystin
Stjørnan-Søljan 29-22 (14-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 8(1), Bára S. Klakstein 5, Una Olsen 5, Katarina Stepanov 4(1), Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 3, Maria við Neyst 1
Søljan: Heidi Maria Akselsen 10(1), Fía Selma Nielsen 3, Hertha Simonsen 2(1), Arnleyg Haraldsen 2, Louisa Niclasen 2, Irdi Mikkelsen 1, Ingibjørg Samuelsen (1), Petra Thomassen 1(1)
Brotskøst: Stjørnan 3, Søljan 7
Útvísingar: Stjørnan 3. Søljan 4
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen.