- Sýnist sum hendan samgongan og hennara ørindasveinar hava fingið dugnaligar reiðarar og fiskifóllk í rangastrúpan. Um ágangurin á reiðarar og fiskifólk heldur áfram, verður ikki lív laga hjá teimum.
Soleiðis byrjar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, eitt lesarabræv har hon viðgerð hvørja ávirkan rikni fiskivinnupolitikkurin hjá núverandi samgongu hevur á fiskivinnuna.
Í lesarabrævinum ber hon fram tað sjónarmiðið, at føroyingar hava verið í fremstu røð innan fleiri økir í fiskivinnuni, men stúrir fyri, at tað kann detta niðurfyri við verandi fiskivinnupolitikki.
- Tað sum rørir seg ímillum manningar á uppisjóvarskipum í dag er stóra óvissan sum valdar. Manningarnar vita ikki hvat framtíðin hevur at bjóða. Alt er blivið meir óhugaligt. Nakrir umhugsa sína støðu. Møguliga skuldu teir funnið sær annað tryggari starv. Allarhelst uttanlanda, skrivar tingkvinnan og leggur afturat.
- Um hetta hendir, so kemur føroyska fiskivinnan at missa nógv gott fólk. Kanska serliga navigatørar, maskinmenn og smiðjumenn í fyrsta umfari, men við tíðini gott og roynt sjófólk á øllum plássum umborð. Vit koma at missa serkunnleika, sum er bygdur upp ígjøgnum ættarlið.
Til ber at lesa alt lesarabrævi, har tingkvinnan eisini viðgerð menningarkvotur, við at trýsta á her.