- Altíð góð at heita á

MRCC-støðin fekk seinnapartin í gjár boð um, at ein bátur hevði fingið um skrúvuna í Nólsoyarfirði.


Vakthavandi upplýsir, at báturin var staddur undir Gulanum, tað er nærhendis aliringarnar út fyri Glyvursnesi, tá tey umborð fingu tørv á hjálp.


MRCC-støðin sendi boð eftir Lív Rescue, og vóru tey skjót úti hjá bátinum og sleipaði hann til Havnar.


Tað var í síðstu viku, at bjargingarfeløgini boðaðu frá, at tryggingarviðurskiftini eru komin upp á pláss, og at tey aftur vóru tøk at heita á, tá onkur tørvar hjálp. Tað er tey í MRCC-støðini glað fyri.


- Tað er deiligt at hava tey aftur, tí tey eru altíð góð at heita á. Tey gera nevniliga altíð skjótt av, tá boð eru eftir teimum, sigur vakthavandi á MRCC.