Í fjør heyst settu landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ein arbeiðsbólk at gera eina frágreiðing um alternativa bústaðarbygging. Ætlanin er at leggja frágreiðingina fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í komandi tingsetu.
Frágreiðingin er nú liðug og verður handað landstýrismonnunum Bill Justinussen og Kartsten Hansen mánadagin 28. apríl 2003, kl. 9:00-10:00 í fundarhølinum í Familju- og heilsumálaráðnum á Eirargarði 2.