Amerikanska sendistovan í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, varð rakt av einum dronuálop í nátt.
Tað upplýsir saudiarabiska verjumálaráðið sambært tíðindastovuni Reuters.
– Sambært fyribils metingum varð amerikanska sendistovan í Riyadh álopin við tveimum dronum. Álopið hevði við sær ein avmarkaðan eld og smávegis materiellan skaða á bygningin, sigur verjan í fráboðan.
Reuters skrivar, at eingin var á sendistovuni, tá álopið hendi.
Amerikanska sendistovan heitir á allar amerikanskar ríkisborgarar í landinum um at leita sær friðskjól. Hetta skrivar sendistovan í Riyadh í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
Uttanríkisráðið í Danmark hevur dagført ferðaráðgevingina eftir álopið.
– Støðan er álvarslig og óforútsigulig. Halt teg innandura og gev eyka ans fyri tíni persónligu trygd, skrivar Uttanríkisráðið á heimasíðu síni.
Fleiri vitni høvdu stutt frammanundan sagt við bæði Reuters og tíðindastovuna AFP, at tey høvdu hoyrt harðar spreingingar og eygleitt svartan royk úr diplomatiska kvarterinum í Riyadh.
Hetta er staðið í høvuðsstaðnum, har útlendskar sendistovur og bústaðir hjá útlendskum sendiharrum eru.
Ein kelda í saudiarabiska herinum sigur við AFP, at loftverjan í Saudiarabia hevur funnið fýra dronur, sum vóru á veg móti økinum, har útlendsku sendistovurnar eru í Riyadh.
Fráboðanir eru um fleiri spreingingar í diplomatiska kvarterinum í nátt, skrivar Reuters.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur við ein journalist frá amerikanska miðlinum News Nation, at vit fáa skjótt at vita, hvussu USA fer at svara álopinum í Riyadh. Tað veit Reuters at siga frá.
Iran hevur seinasta samdøgrið rakt á fleiri amerikansk mál, eitt nú í londunum í Flógvanum.
Hetta er aftursvar uppá umfatandi amerikansku og ísraelsku álopini í Iran, sum byrjaðu um vikuskiftið.
Leygardagin fór USA undir eitt stórt loftálop móti Iran í samstarvi við Ísrael. Síðani tá eru fleiri høgi iranskir leiðarar dripnir, teirra millum ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei.
Verjumálaráðið í Katar boðaði í nátt frá, at tað hevði fangað og oyðilagt tvær ballistiskar rakettir, sum vóru á veg móti landinum. Hetta veit AFP at siga.
Ófriðurin í Miðeystri hevur millum annað elvt til propp í flogferðsluni. Fleiri knútapunkt fyri altjóða ferðafólk eru lamin av krígnum, og túsundtals flogferðir eru avlýstar.
/Ritzau/











