Amerikanski sendiharrin í Russlandi, John Sullivan, fer aftur til russiska høvuðsstaðin, Moskva, hesa vikuna.
Tað upplýsir talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið í dag.
Samstundis býður ráðið russiska sendiharranum, Anatolij Antonov, vælkomnum aftur til Washington D. C.
Hann kom ttil USA sunnudagin eftir at hava verið burtur í tríggjar mánaðir.
Antonov varð biðin um at koma heim til samrøðu um versnaðu viðurskiftini millum Russland og USA. Tey vórðu kølnað munandi, eftir at Joe Biden gjørdist forseti í USA í januar.
Hann hevur lagt Russland undir at hava blandað seg í amerikanska valið og fyri at standa aftan fyri álvarsom hakkaraálop.
Eftir at Biden fyrr í ár kallaði russiska starvsbróðir sín ein »mordara«, tók Russland tað óvanliga stig at heimkalla sendimannin í USA.
Samstundis boðaði russiska stjórnin amerikanska sendiharranum í Moskva, John Sullivan, frá, at hann átti at farið heim til Washington D. C.
Tað gjørdi hann í apríl, tá tey bæði londini útvístu sendiharrunum hjá hvør øðrum og settu tiltøk í verk ímóti hvør øðrum.
Ein talsmaður fyri amerikanska sendiharran endurgav í einum tweeti leygardagin Sullivan fyri at siga, at hann gleðir seg til at koma aftur til arbeiðis í Moskva.
/ritzau/Reuters