Amerikansku oljugoymslurnar minka

Goymslurnar eru nú á so lágum støði, sum tær ikki hava verið seinastu 43 árini

 

Amerikanska tíðindarásin CNBC veit at siga, at kreppugoymslurnar av olju í USA eru minkaðar við 300 milliónum føtum.

 

So smáar hava goymslurnar ikki verið síðan 1983, vísa tøl hjá amerikanska orkumálaráðnum. Orsøkin er kríggið móti Iran.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, gav nevniliga boð um at brúka av hesum goymslum fyri at tryggja, at heiminum ikki fór at vanta olju.

 

- Bara hesa seinastu vikuna eru goymslurnar minkaðar við 6,1 milliónum føtum, veit amerikanska tíðindarásin at siga.