Tíðindaskriv
Í sambandi við Altjóða kvinnudagin 8. mars fer Amnesty International Føroya deild at skipa fyri tiltøkum undir heitinum "Steðgið harðskapi móti kvinnum". Tiltøkini eru partur av altjóða átakinum hjá Amnesty "Stop violence against women".
Fyrra tiltakið verður á Torginum í SMS , har Amnesty hevur eina framsýning og sølubás allan dagin.
Umframt framsýningina og tiltakið við handmerkjunum er møguleiki hjá fólki at skriva undir áheitanir til stjórnir, um at streingja á fyri at gera mannarættindi til veruleika fyri allar kvinnur.
Seinna tiltakið verður í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík klokkan 20.00. Har fara umboð frá Amnesty at greiða frá um harðskap móti kvinnum og um altjóða átakið "Steðgi harðskapi móti kvinnum", sum Føroya Deild arbeiðir við í løtuni.